Kjarnuvælferðartænastur í Einum Tíðarhóskandi Býi

Kjarnuvælferðartænastur í einum tíðarhóskandi býi

Kjarnuvælferðartænasturnar mugu koma í fyrstu røð í kommunalum høpi, tí tær eru hornasteinurin, sum ger nútímans familju- og arbeiðslívið gjørligt. Kommunan skal savna seg um serliga trý øki.

Í Føroyum arbeiða vit kvinnur og menn, nógv okkara fulla tíð, og hetta krevur, at okkara børn verða ment bæði heima og á dagstovnum. Hevur tú barn í aldrinum 1-6 ár, er tað á dagstovni áleið 200 gerandisdagar um árið. Tað sigur seg sjálvt, at hetta økið má fáa bestu umstøður, karmar og tænastur til nútímans familjuna. Eitt barn í Tórshavnar kommunu skal uppliva tað at vera tvísosialiserað sum eina ríka og góða tíð í lívi sínum – sama um tey eru heima ella á dagstovni. Hetta er tann eina av trimum kjarnutænastum.

Tórshavnar kommuna er millum ríkastu kommunur í landinum. Men eg kann staðfesta, at eldri veik fólk eru á bíðilista til røktarheim. Avvarðandi teirra eru sperd og onnur við. So leingi hesin tørvur ikki er nøktaður, hevur bæði tann eldri og avvarðandi vánaliga lívsgóðsku. Tað er lítið virðiligt. Bíðilistar til bráðfeingis eldrarøkt skulu burtur. Vit skulu finna eina loysn á hesari avbjóðing alt fyri eitt. Hetta er eisini ein kjarnutænasta.

Vantandi bústaðir at leiga er ein átrokandi avbjóðing í Havnini. Broytti lívsstílurin við fleiri støkum uppihaldarum við og uttan børn hava tørv á leiguíbúðum. Tey mongu lesandi, sum eru farin undir útbúgving her heima, hava sama tørv. Hetta er seinasta kjarnutænastan.

Kommunurnar eru stórveitarar av vælferðartænastum. Allar tænasturnar eru neyðugar, skal eitt tíðarhóskandi samfelag virka væl. Hinvegin eru hesi trý økini, eg havi nevnt omanfyri, tey avgjørt mest átrokandi at geva sær far um, her og nú, og í komandi tíðum. Verður raðfest rætt við kommunalum pengum, ber til at styrkja hesar tríggjar kjarnuvælferðartænasturnar, skynsamt og nøktandi, og samstundis lækka skattatrýstið í Tórshavnar kommunu.

Súsanna Olsen
Valevni fyri Framsókn

Ovast