Míni Mál Fyri Eysturkommunu

Míni mál fyri Eysturkommunu

Vinnulívið er fíggjarligi motorurin í okkara kommunu. Tí er neyðugt at skapa góðar og tryggar karmar um vinnulívið í bygdunum.

Ítróttin, mentanin og listin skapa trivnað, innihald og samleika. Tí skal kommunan vera virkin viðleikari og stimbra virksemi av hesum slag.

Vit skulu eisini halda fram við at fríðka kring bygdirnar og gera vinnuøkini meiri áhugaverd.

Vit skulu virka fyri framhaldandi vøkstri og tilflyting. Tí er neyðugt at grundstykki verða tøk í øllum bygdum í kommununi, og at neyðugar íløgur í skúla og dagstovnar verða raðfestar.

Tað er umráðandi, at vit altíð hava virðing fyri borgarans peningi og royna at lækka skattatrýstið, meðan vit støðugt hyggja at rakstri og íløguætlanum.

Eg bjóði meg fram á listanum hjá Framsókn at arbeiða fyri omanfyristandandi málum, tí eg gjarna vil vera við til at menna og skapa trivnað í kommununi í góðum samskifti við borgararnar. Eg síggi tað sum eitt endamál at gáa um allar bygdirnar í kommununi.

Súni Eliassen

Valevni fyri Framsókn

Ovast