Poul Michelsen Heiðraður Av Finska Forsetanum

Poul Michelsen heiðraður av finska forsetanum

Sendikona Finlands Ann-Marie Nyroos, heiðurs generalkonsul Poul Michelsen og frú Sólrún Michelsen.

Finski heiðurs generalkonsulin í Føroyum Poul Michelsen, fekk mánadagin 12. Januar handað heiðurstekinið ’Kommendörstecken av Finlands Lejon’.

Heiðurstekinið varð handað Poul Michelsen av finsku sendikonuni í Danmark, Ann-Marie Nyroos og er tillutað honum av finska forsetanum  Sauli Niinistö.

Ann-Marie Nyroos takkaði í røðu sínari fyri eitt langt samstarv. Poul Michelsen hevur verið heiðurs generalkonsul fyri Finland síðan 2001. Hann hevur verið finskum finskum áhugamálum at frama m.a. innan handil og mentan. Finska sendikonan nevndi eisini í røðu sínari, um drúgva virksemi hjá Poul Michelsen innan handil og politikk, bæði sum borgarstjóri í Tórshavn 1980-1992 og sum tinglimur á Føroya løgtingi 1984-1990 og aftur frá 2002.

Samstarvið millum Finland og Føroyar hevur mestan mun verið í Norðurlandaráðnum og í Ráðharranevndini fyri Norðurlond. Tað er eisini eitt samstarv millum londini á græsrótastigi. Longu í 1975 varð vinafelagið Tjaldur sett á stovn og felagið hevur í dag um 300 limir.

Finska sendikonan nart eisini við ítróttina og nevndi, at ítróttin eisini er við til at binda londini saman. Í fjør sat finska tjóðin sum á nálum, tá Føroyar og Finland spældu fótbóltsdyst í undankappingini til EM. Áhugin hjá finnum fyri Føroyum sum ferðamálið er esini vaksandi.

Samanumtikið staðfesti finska sendikonan, at arbeiðið hjá Poul Michelsen, sum heiðurs generalkonsul, hevur styrkt sambandið millum Finland og Føroyar.

Um Finlands Lejons heiðurstekini

Finlands Lejons orden varð stovnsett í 1942. Heiðurstekinið kann latast bæði fyri sivilar og militerar tænastur. Forsetin fyri republikkina er stórmeistari og ber stórkrossin av heiðursmerkinum. Heiðurstekini í Finlands Lejons eru teknað av víðagitna finska gullsmiðinum Oskar Pihl, sum eisini arbeiddi fyri Fabergé.

Ovast