Skattin Niður Beinanvegin

Skattin niður beinanvegin

Tórshavnar kommuna skal hava lægsta skattaprosent í Føroyum – 2% niður alt fyri eitt!

Latið okkum lækka skattin beinanvegin við tveimum prosentum og royna at arbeiða fram ímóti at náa lægsta skattaprosenti í landinum, tá ið valskeiðið er runnið. Latið okkum lækka tað eitt sindur hvørt ár.

Hús í Havnini eru dýr. Men í staðin fyri skeivu kósina við hesum undarliga politikkinum, har man keypir veldigar og dýrar bygningar innundir seg, so skal kommunan lækka skattaprosentið munandi. Tí tá kunnu vit borgarar rinda niður skuldina í okkara egnu húsum heldur enn at fíggja bygningar hjá kommununi.

Tað er lætt at brúka pengar hjá øðrum, men eisini í góðum tíðum skal tað løna seg at arbeiða. At lækka skattin soleiðis, at vanligi borgarin hevur meira eftir til sín sjálvs, er tí eitt mál hjá Framsókn.

Vit skulu hava góðar og neyðugar kjarnutænastur, og tað skulu vit rinda skatt til. Tænastur til børn og eldri skulu verða í heimsflokki. Tað ber væl til at spara nógv, lyfta kjarnutænasturnar upp – og seta skattin niður.

Róaldur Jákupsson
Valevni fyri Framsókn

Ovast