Tað Er Bara EIN Skipari Umborð á Polo

Tað er bara EIN skipari umborð á Polo

Nú tá serlæknafelagið hevur meldað út at tað mangla útvið 50 læknar í Føroyum, er tað avgjørt nakað sum eigur at fáa hægstu raðfesting. Framhaldandi sigur serlæknafelagið, at hetta kann hjálpast um uppá við at seta 50 milliónir á eina konto, til lønir, soleiðis at pengar eru klárir so hvørt serlæknar søkja starv. Hetta eigur at vera gjørt beinavegin. Hesir pengar eiga at kunna finnast innanfyri verandi fíggjarlóg. Tá ið talan bert er um lønir, kemur útvið helvtin beinleiðis aftur inn í landskassan í skatti og mvg, so tað er í veruleikanum einans 25 milliónir, ella skuldi eg sagt piparnøtir, ið skulu finnast.

Sum sagt eigur hetta at finnast á verandi fíggjarlóg. Um tað so førir við sær at Eysturoyar-, Sandoyar-, og/ella Viðareiðistunnilin verða eitt sindur seinkaðir, ella kanska nólsoyarferjan, so er tað alt líka mikið. Tí tað sum eigur at fáa allar hægstu raðfesting í Føroyum, er heilsu- og sjúkrahúsverkið. So mugu luksus “trupulleikar” við at uppraðfesta farleiðir, har farleiðir eru frammanundan, bíða eitt sindur.

Men nú mugu vit ikki bara oysa pengar inní sjúkrahúsverkið, og so einki meir! Her má og skal ein rationalisering eisini gerast. Millum annað at tað skal verða ein og bara ein leiðsla fyri øll sjúkrahúsini. (við tveimum stjórum minni, hava vit longu til teir fyrstu 2-3 serlæknarnar ). Henda leiðsla skal saman við servitan gera av hvussu sjúkrahúsbygnaðurin skal síggja út í framtíðini. Hvussu nógv sjúkrahús skulu vera og hvat fyri viðgerð skal vera á hvørjum.

Sjúkrahúsverkið í Føroyum kann samanberast við eitt skip. Eitt skip er vanliga deilt í tríggjar deildir: navigatión/dekk, maskinrúm og hotel/mat. Deildirnar hava hvør sín leiðara, men ikki skipara. Hetta leiðir okkum aftur til yvirskriftina. Ímyndi tykkum bara hvussu skilið hevði verið umborð á til dømis Norrønu, um hon hevði tríggjar “skiparar”, ein á hvørju deild, og sum vóru javnt stillaðir…..Norrøna, ella fyri so vítt einki skip, hevði siglt serliga langt …..

Tað skal vera EIN skipari á Føroya Sjúkrahúsverkið, so koma vit nokk at hava eitt framkomið, og tíðarhóskandi sjúkrahúsverk í framtíðini, sum klárar at fylgja við tí rívandi menning sum er á økinum.

Karlot Hergeirsson

Valevni fyri Framsókn

Ovast