Tann Deiliga Havn Og Tey Ungu

Tann deiliga Havn og tey ungu

Birgar er 70 ára gamal, føddur og uppvaksin í Havn. Lonadrongur heilur og sælur. Birgar er einkjumaður, eigur 3 børn og 10 abbabørn.
Tann deiliga Havn og tey ungu

Eg varð føddur úti á Reyni í 1946 og havi sostatt búð í Havn í 70 ár. Mín kærleiki til Havnina og mín áhugi fyri Havnarsøgu hevur altíð verið ovurstórur, og eg haldi meg kenna hvønn krók í Havn.

Tað er gott at búgva í Havn. Her er nógv, men her manglar eisini nógv. Hyggja vit at trivnaðinum og tilboðunum til tann praktfulla ungdómin, vit hava, ja, so síggja vit skjótt, at Havnin er eftirbátur, so tað forslær, sammeta vit okkum við aðrar skandinaviskar býir í somu stødd sum Havnin.

Skal Havnin vera við, mugu vit byggja eitt multi trivnaðarsentur við øllum tí, ið har hoyrir til. Møguleikarnir eru nógvir, tað einasta, sum krevst, er, at myndugleikin setur seg niður og leggur øll hugskot og alt forstáðilsi á borðið og ikki minst, at vit taka ungdómin upp á ráð.

Tit ungu! Havnin skal verða ein býur, har tit stórtrívast.

PS! Til teir sitandi politikararnar í býráðnum: Eg havi ikki gloymt Margarinfabrikkina.

Birgar Johannessen
Valevni fyri Framsókn

Ovast