Tíðarhóskandi Tænastur Til Tíni Børn

Tíðarhóskandi tænastur til tíni børn

Vit mugu raðfesta dygd í teimum kommunalu tænastunum til okkara børn.

Barn títt gerst partur av teimum tænastum, sum kommunan bjóðar út, áðrenn tað er 1 ára gamalt. Tað er umráðandi fyri lívið hjá barninum, at tað, sum tað gerast partur av, svarar til tað, sum skal til, fyri at børn trívast, mennast og læra. Tað er ikki líkamikið, hvussu innhaldið á stovnunum er, og tí skal Tórshavnar kommuna tryggja, at hennara tænastur til barnið styðja undir eina góða lívsleið.

Tá ið barn títt veksur upp, hevur tað brúk fyri nærveru, viðurkenning og stuðlandi vaksnum. Barnið hevur brúk fyri, at tey vaksnu eru fyrimyndir og geva sær stundir. Aftrat hesum tørvar tínum barni avbjóðingar í einum mennandi umhvørvi. Til hetta krevjast mennandi umstøður, har arbeiðið er væl fyrireikað, tí soleiðis gerast umstøðurnar, sum barnið er í, góðar.

Kanningar vísa, at nógv starvsfólk eru strongd. Hetta kann hava ávirkan á barnsins menning. Eg fari at gera nakað við hesa avbjóðing. Vit skulu eftirmeta hetta týðandi øki og seta rætt inn í samstarvi við tey, ið eru um børnini allar gerandisdagar.

Birita Arge
Valevni fyri Framsókn

Ovast