Trivnaður Og Fólkavøkstur í Eysturkommunu

Trivnaður og fólkavøkstur í Eysturkommunu

At vera borgari aftur í heimbygdini er mær ein fragd. Tað er stórt at lata børnini vaksa upp millum sjógvin, sandin og fjøllini. Tað sagt, so eru nøkur viðurskiftir, ið krevja ábøtur, skulu vit trívast í kommununi og framhaldandi hava fólkavøkstur. Tað vil eg gera mín part fyri at loysa, og tí bjóði eg meg fram á lista F til kommunuvalið í Eysturkommunu.

Skattalætta og hægri barnafrádrátt

Uppgávan hjá einari kommunu er at krevja tann skatt, sum er neyðugur til at reka kommununa og ikki at reka kommununa fyri allan tann pening, sum møguliga er tøkur. Borgarin í Eysturkommunu rindar meira í kommunuskatti enn flest aðrir føroyingar. Samstundis fáa barnafamiljurnar ein lægri barnafrádrátt enn flestu aðrar barnafamiljur í landinum. Hetta er tekin um, at kommunan brúkar ov nógvan pening og vísir væntandi virðing fyri, at tað er borgarin, sum fíggjar kommunala virksemið.

Tálma íløgurnar og raksturin

Árligu íløgurnar hetta seinasta valskeiðið eru vaksnar frá góðum 13 milliónum til 34 milliónir. Upphæddin er meira enn tvífaldað. Rokna vit fyri hvønn íbúgva, eru árligu íløgurnar øktar úr 7.000 kr til 17.000 kr.

Ynskiligt er at minka íløgurnar komandi valskeið og heldur fáa verandi verkætlanir lidnar. Tað veri seg víkingahúsið, býráðshúsið og aðrar smærri verkætlanir (kloakk,vatn o.s.fr.).

Raksturin er – ikki óvæntað – vaksin seinasta valskeið. Tí við hvørjari íløgu fylgja eisini útreiðslur til eitt nú viðlíkahald. Eisini eru øktar útreiðslur til vanligan lønarvøkstur og inflasjón.

Men at raksturin økist við 7-8 milliónum (umframt tær 13 mill. í øking á eldraøkinum) í einum valskeiði, er ikki bert inflasjónini fyri at takka.

Gjørt upp fyri hvønn íbúgva er raksturin hækkaður við 3.000 kr í hesum valskeiðinum, og tá havi eg ikki tikið meirútreiðslurnar til eldraøkið við.

Tíðarhóskandi samskifti við læknan og umstøður kring læknamiðstøðina

Samskiftið við læknan skal gerast tíðarhóskandi.

Í hesum teldutíðum kann hetta gerast meira effektivt. Loysnin er ein telduskipan, har tú kanst bíleggja tíð, endurnýggja reseptir og samskifta við læknan. Hendan loysnin styttir samstundis um bíðitíðina hjá teimum, sum ringja. Harumframt er neyðugt at fáa fleiri parkeringspláss við læknamiðstøðina, nú virksemið har er økt.

Dagstovnar til børnini

Dagstovnar eru ein grundarsteinur undir trivnaði og fólkavøkstri. Onki pláss á dagstovni er tøkt í løtuni, og tí hevur tað stóran týdning at loysa henda trupulleika skjótast. Hetta kann í fyrstu syftu loysast við at endurstovna dagrøktina. Og næsta íløga má vera ein nýggjur dagstovnur.

Størri vatngoymsla í Syðrugøtu

Sum nakað gleðiligt høvdu vit eitt tíðarskeið í summar við lítlum og ongum regni. Tíverri fingu vit sviðan at merkja, tí hóast lýst varð við, at tað skuldi sparast uppá vatnið, vóru fleiri, ið høvdu lítið ella onki vatn. Nú kommunan hevur bjóðað 26 nýggj grundstykki í Syðrugøtu, fer vatnnýtslan at økjast, og má vatngoymslan tí eisini økjast.

Hesum málum fari eg at arbeiða fyri. Eftir nøkur ár uttanlands eri eg til dystin fús at bretta upp um ermar og taka eitt tak fyri kommununa.

Urd Potts
Valevni fyri Framsókn í Eysturkommunu

Ovast