Uppskot At Lækka Ella Taka Heilt Burtur Meirvirðisgjald á Hotell- Og Matstovuvirksemi

Uppskot at lækka ella taka heilt burtur meirvirðisgjald á hotell- og matstovuvirksemi

Framsókn hevur lagt fylgjandi uppskot fyri løgtingið:

Uppskot til samtyktar um at lækka ella taka heilt burtur meirvirðisgjald á hotell- og matstovuvirksemi.

Uppskot til samtyktar

Heitt verður á landsstýrið um at leggja fyri tingið lógaruppskot um at lækka ella taka heilt burtur meirvirðisgjald á hotell- og matstovuvirksemi.

Viðmerkingar: Í februar 2013 legði Framsókn uppskot fram um júst hetta sama. Málið varð beint í fíggjarnevndina og hóast viðgjørt við vælvild, av bøði meiriluta og minniluta, varð tað sambært siðvenju felt av meirilutanum. Grundgevingin tá fyri at fella málið var, at ein lækking í meirvirðisgjaldinum skuldi vera partur av einum samlaðum pakka, sum samgongan arbeiddi við.

Endamálið við uppskotinum hesuferð, er eins og áður at betra um kappingarførið hjá Føroyum í mun Vit hava seinastu árini valt at gera ferðavinnu til fokusøki og munandi upphæddir eru settar av til marknaðarføring. Tað sær út til at átakið hjá Visit Faroe Islands virkar og vaksandi áhugi er fyri Føroyum sum ferðamál. Á láni liggur at skapa karmar fyri at menna undirstøðukervið til hesa vinnu.

Londini kring okkum hava seinastu árini lækkað ella tikið heilt burtur meirvirðisgjald á hotell- og matstovuvirksemi. Føroyar sum ferðamannaland hevur sínar logistisku avmarkingar og full sett er vanliga á hotellum um summarið. Tí er standandi avbjóðingin at víðka háárstíðina til eisini at fata um vár og heyst. Til hetta mennir ferðavinnan tænastur og veitingar, men á hesum marknaði eru eisini fleiri um boðið. Flutningskostnaðurin er lutfalsliga høgur í mun til onnur ferðamál og um vit ikki tillaga onnur parametur, verða vit ov stutt og verða vald frá.

Ein fyrimunur fyri lokala búskapin við at tillaga meirvirðisgjaldið, er at ein stórur partur av arbeiðsmegini í tænastupartinum av vinnuni eru ung fólk, ið ynskja atgongd til eitt starv í styttri tíðarskeið. Vinnan vantar júst hesi ungu fólkini, ið kunnu starvast í styttri tíðarskeið og við skiftandi arbeiðstíðum. Júst hetta vinnuøkið er sera starvsfólkatungt, men váðin at víðka og menna økið er stórur og tí gongur striltið.

Synergieffektin av ferðafólki og føroyingum, ið vitja hotel og matstovur sprettir ikki rættiliga og als ikki uttan fyri Tórshavn. Tann atdráttarmegi, ið vinnan átti at havt millum føroyingar, verður darvað av ein ov høgum kostnaðarstigi og tí er tað sera torført at víðka háárstíðina út um juni og juli mánað.
Heimamarknaðurin megnar sostatt ikki, m.a. orsakaða av meirivirðisgjaldi, at geva vinnuni tað íkast, ið skal til, fyri at rættvísgera íløgur uttan fyri háárstíðina.

Einstaku avbjóðingarnar í hotel- og matstovuvinnuni eru soleiðis tvinnaðar saman í eina heild. Vit noyðast at tillaga allar tættir, ið eru kappingarparametur og sum kunnu betra kappingarføri. Vit noyðast at gera tað nú, meðan ferðavinnan hevur tørv á, at vit øll renna sama veg. Vaksandi tilvitanin um matmentan og ikki minst, átakið hjá Visit Faroe Islands, hevur m.a. ført við sær, at eldsálir í Sandoy eru farin undir at royna heimamatstovur. Hugskotið dúvar upp á heimamarknaðin enn, men stimbra vit spíran, heldur enn at køva hann við treytum, fyrisiting og meirvirðisgjaldi, er als ikki óhugsandi, at idéin kann breiða seg til onnur øki í Føroyum okkum øllum til gagns.

Á Løgtingi, 28. februar 2013, Poul Michelsen

Ovast