Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting í Stýrisskipan Føroya

Uppskot til løgtingslóg um broyting í Stýrisskipan Føroya

Framsókn hevur lagt uppskot til fyri tingið um eina tíðarhóskandi Stjórnarskipan.

Í samband við lógararbeiðið at gera nýggja Stjórnarskipan fyri Føroyar var stórur meiriluti fyri, at verandi Stýrisskipan eigur at verða broytt soleiðis, at hon er meira tíðarhóskandi.

Sambært Stýrisskipan Føroyar kann ein broyting í Stýrisskipanini ikki gerast, uttan at tvey Løgting hava samtykt broytingarnar. Um broytingarnar ikki verða samtyktar nú ella áðrenn løgtingsvalið komandi, so kann í longsta føri ganga gott og væl 8 ár, áðrenn nøkur broyting kann gerast.

Uppskotið leggur tí upp til at fremja broytingar í Stýrisskipan Føroyar, sum ein breiður meiriluti – í samband við Stjórnarskipanararbeiði – hevur ynskt.

Broytingarnar snúgva seg um rættin hjá løgmanni og Løgtingið at skriva út val, um at Stýrisskipanin skal loyva fólki í fólkaatkvøðu at avgera um mál, ið hava víðfevndar avleiðingar, skulu hava virkni, og um hvussu løgmaður verður valdur.

Uppskotið kann lesast her: Uppskot um broyting í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya

Ovast