Uppskot Um At Endurskoða Løgtingslóg Um Samsýning Og Eftirløn Løgtingsmanna

Uppskot um at endurskoða løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna

Framsókn hevur lagt fylgjandi uppskot fyri løgtingið:

Uppskot til samtyktar um at endurskoða í løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna

Uppskot til samtyktar

Løgtingi heitir á formannskapin um at endurskoða og broyta samsýningar og eftirlønir hjá tingmonnum soleiðis at hesar eru tíðarhóskandi. Uppskot um møguligar broytingar eigur at verða lagt fyri løgtingið á Ólavsøku 2015.

Almennar viðmerkingar:

Kostnaðarendurgjaldið , sum tingmenn fáa fyri flutning eigur at samsvara við veruliga kostnaðin tingmenn hava av at røkja sítt tingarbeiði.

Kostnaðarískoytið, sum tingfólk fáa skattafrítt eigur framyvir at verða skattað.

Tingmenn eiga framyvir at gjalda inn til sína egnu eftirløn á sama hátt, sum allir aðrir borgarar í landinum gera og eftir sama prinsippið, sum løgtingið í fjørð samtykti skal galda fyri landsstýrisfólk eftir næsta løgtingsval. Nýggj eftirlønarskipanin fyri tingfólk eigur somuleiðis at fáa virkni eftir næsta løgtingsval.

Uppskotsstillarin hevur serliga hesar omanfyri nevndu broytingar í huga, men metir at aðrar tíðarhóskandi broytingar eru væl hugsandi tá endurskoðanin skal gerast.

Í løgtingið 25. Februar, 2015

Poul Michelsen, løgtingsmaður

Ovast