Uppskot Um At Lækka Ella Taka Heilt Burtur Ferðaavgjald

Uppskot um at lækka ella taka heilt burtur ferðaavgjald

Framsókn hevur lagt fylgjandi uppskot fyri løgtingið:

Uppskot til samtyktar um at lækka ella taka heilt burtur ferðaavgjald.

Uppskot til samtyktar

Heitt verður á landsstýrið um at leggja fyri tingið lógaruppskot um at taka heilt burtur ferðaavgjaldið á millumlanda ferðaseðlum.

Viðmerkingar:

Bæði í 2011, 2012 og í 2013 legði Framsókn fram uppskot um at lækka og/ella avtaka ferðaavgjaldið. Landstýrið samtykti tó í 2013 sítt egna uppskot um at lækka ferðaavgjaldið úr 120 kr. niður í 65 kr. fyri hvønn ferðandi og hetta má metast sum eitt stig á rættari leið, men enn er tó nakað eftir. Vit skjóta tí upp, at seinasti partur av gjaldinum verður tikin av til 1. Januar 2016.

Út frá tí veruleika, at Føroyska samferðslukervið ikki bert skal røkka úr Fugloy til Sumbiar, men heilt út til næstu grannalondini, meta vit ferðasambandið út í heim vera eins týdningarmikið og ferða-sambandið innanlands.

Høgi ferðakostnaðurin á loftvegis sambandi okkara út í heim, er enn alt ov dýrur og er uttan iva ein av stóru forðingunum fyri, at fólk velja at flyta heim aftur og búleikast og virka í Føroyum.

Sagt var tá Atlantic Airways aftur gjørdist almen ogn, at endamálið við hesum var, at fáa ferðaprísirnar niður. Flogfelagið hevur lækka ferðaseðlakostnaðin nakað, men enn er langt á mál. Frá almennari síðu má tí gerast okkurt meira munagott. At taka burtur ferðagjaldi er eitt lítið stig á vegnum, sum bæði kann lækka prísin á ferðaseðlum – bæði sjóvegis og loftvegis – beinanvegin.

Fíggjarnevndin viðgjørdi í apríl 2013 málið um at lækka ferðagjaldi. Undir viðgerðini hevði nevndin fund við umboð fyri Ferðaráðið, Atlantic Airways, Smyril Line og landsstýrismannin í fíggjarmálum.

Ein samd nevnd mælti løgtinginum at lækka gjaldið niður í kr 65,00 og vildi at landsstýris-maðurin yvir næstu trý áraini skulu fáa ferðaavgjaldið heilt burtur. Við hesum viðmerkingum samtykti løgtingið við 25 atkvøðum uppskotið.

Talið á ferðandi er vaksandi. Ein partur er orsaka av eini spírandi ferðavinnu. Ikki so lítil partur skyldast teir nógvu føroyingar sum arbeiða uttanlands – eitt nú Noregi. Tey, sum búleikast her dagliga, hava framvegis ta forðing, at ferðakostnaðurin er alt ov høgur.

Um flogvøllin koma og fara nú umleið 250.000 ferðafólk og sjóvegis koma og fara 120.000. Umleið 160.000 av hesum gjalda ferðagjald. Verður gjaldið tikið heilt burtur, vil tað kosta umleið 10 mill krónur.

Ein bíligari ferðaseðil vil stimbra upp undir eina spírandi ferðavinnu, sum er eitt lovandi fokusøki, eins og at vali at vali at búsetast í Føroyar gerst meira lokkandi. Eisini eigur at havast í huga, at teir umleið 25.000 føroyingar, sum búgva uttanfyri Føroyar ofta – orsaka av ferðaprísinum – velja ikki at koma heim at ferðast.

Á Løgtingi

Poul Michelsen

Ovast