Uppskot Um At Samskipa Og Menna Eina Skipaða Vaksnamannaútbúgving í Føroyum

Uppskot um at samskipa og menna eina skipaða vaksnamannaútbúgving í Føroyum

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri løgtingið eina frágreiðing um, hvussu ber til at samskipa verandi tilboð innan Vaksnamanna Útbúgving og seta á stovn og menna eina skipaða VÚ í Føroyum í samstarvi við avvarðandi partar.

Viðmerkingar:

Vaksnamanna Útbúgving (VÚ) er eitt stovnsett og væl grundað hugtak í londunum rundan um okkum og hetta kenna Føroyar m.a. á fráflyting til ymsu útbúgvingartilboðini – serliga í Danmark.

Ein búskaparlig grundgeving er, at fólk, sum fara gjøgnum eina mennandi VÚ mannagongd og gerast sjálvbjargin, elva til tað, samfelagsvísindin kallar lívsvirðisvøkstur (livsværditilvækst), tað merkir, at allir partar vinna búskaparliga við tilgongdini – statur, marknaður og einstaklingur, sí m.a. http://www.ae.dk/files/dokumenter/analyse/ae_store-samfundsoekonomiske-gevinster-af-uddannelse.pdf

Myndugleikar í ymsu londunum hava sett greið mál og ætlanir fyri VÚ. Í Danmark skrivar Undervisningsministeriet í frágreiðingini Mål for voksen – og efteruddannelserne í 2011:

“Globaliseringen og den teknologiske udvikling har igennem de sidste årtier skabt mange nye udfordringer for det danske samfund. Kompetencekravet til den danske arbejdsstyrke stiger, og det bliver stadig mere vigtigt at være fleksibel og omstillingsdygtig for at kunne følge med i udviklingen på arbejdsmarkedet. Voksen- og efteruddannelsesindsatsen spiller her en central rolle, idet den har til opgave at vedligeholde og videreudvikle arbejdsstyrkens kompetencer, så de matcher de krav, der bliver stillet på arbejdsmarkedet og i samfundet. En effektiv og fleksibel voksen- og efteruddannelsesindsats er et vigtigt redskab, når det gælder om at sikre den fremtidige velfærd og velstand for den enkelte, for virksomhederne og for samfundet som hele.”

http://www.uvm.dk/~/media/UVM/Filer/Udd/Voksne/PDF11/110214_Maal_voksen_efteruddannelserne.pdf

Onnur dømi:

Í Norra er tað stovnurin Vox, sum er hevur ábyrgd av og samskipar vaksnamannaútugving (VÚ) og lívlanga læru (LLL). Í endamálsorðingini stendur “Vox er nasjonalt fagorgan for kompetansepolitikk, og er en etat underlagt Kunnskapsdepartementet. En sentral oppgave er å arbeide for økt deltakelse i samfunns- og arbeidsliv ved å heve kompetansenivået for voksne. Vox har også oppdrag for andre departementer og offentlige organer, samt en bred internasjonal kontaktflate.” http://www.vox.no/om-vox/

Í Írlandi er tað felagsskapurin, Aontas, sum varðar av VÚ og LLL: “AONTAS is the National Adult Learning Organisation” og endamálið er orðað soleiðis: “The mission of AONTAS is to advocate for the right of every adult in Ireland to quality learning.” http://www.aontas.com/about/whoweare.html

Í Skotlandi skrivar útbúgvingarmyndugleikin, Education Scotland:”Adult learning in Scotland should be lifelong, life-wide and learner centred.” http://www.educationscotland.gov.uk

Eisini hini Norðanlondini og alt Europa hava eitt mál og eina strategi fyri, hvussu tey landsumfatandi kunnu tryggja eina kvalitetstryggjaða, førleikagevandi Vaksnamannaútbúgving grundaða á viðtikna hugtakið og málið Livlong Læra.

Norðanlond gera harafturat í felag eitt samskipað átak fyri at fremja LLL og veita dygdargóð og støðugt eftirmett VÚ tilboð. Ígjøgnum NVL (Norðurlendsk Vaksnamanna Læra), ið er ein netverksskipan fyri vaksnamannalæring undir Norðurlendska Ráðharraráðnum (NMR), og sum kann lýsast sum eitt millumlið ímillum ‘policy’ og praksis, verður aktivt arbeitt við menning, samanspæli, samanbering, kunning og vitanarbýti, so at endamálið: áhaldandi førleikamenning av øllum vaksnum, skal eydnast.

NVL hevur fíggjað fleiri tiltøk í Føroyum við júst hesum endamáli, t.d. – Ráðstevna um lívlanga læru í Norðurlandahúsinum í sept. 2007

– Tiltak um útbúgvingarmøguleikar fyri ófaklærd í mai 2009

– Fundur um samstarv um útbúgving / førleikamenning fyri vaksin, apríl 2010

– Seminar um skipan av vaksnamannalæru í Norðurlandahúsinum, august 2010

– Ráðstevna um førleikameting í mai 2011

– Ráðstevna um skipan av lestrar- og yrkisvegleiðing, mai 2012

– Symposium um fjarlestur, sept. 2012

– Førleikaverkætlan NVLs, februar 2013

– Symposium um integratión og grundleggjandi litterasitet fyri vaksin, oktober 2013

– Seminar um lívlanga læring og førleikameting við serligum atliti til hægri lestur, september 2014

Hyggja vit hinvegin inn á heimasíðuna hjá Mentamálaráðnum, sum í Føroyum varðar av útbúgvingarmálum, so er síðan, sum eitur Vaksnamannaútbúgving tóm Har er eingin endamálsorðing at finna og eingin strategi lýst og heldur eingi amboð nevnd, sum skulu fremja lívlanga læring ígjøgnum vaksnamannútbúgving. http://www.mmr.fo/arbeidsoki/utbugving-og-gransking/folkaupplysing/vaksnamannautbugving/ (27.02.15).

Endamálið við uppskotinum til samtyktar er at fáa eina samskipan, viðurkenning og fokusering av tí arbeiði, sum verður gjørt kring landið innan VÚ, og harafturat at staðfesta ábyrgd av VÚ umframt at viðgera og staðfesta, hvat skal til fyri seta á stovn og menna eina skipaða VÚ við eini greiðari ætlan í ráðum, stovnum og hjá avvarðandi áhugapørtum.

Øll ið hava fingist við okkurt slag av vegleiðing hava møtt tilkomnum fólki, m.a. einligum mammum við fleiri børnum, ið hava ein dreym um at fara í holt við eina útbúgving, at førleikamenna seg, at skapa eitt betri grundarlag til sjálvbjargni fyri seg og familjuna, og við málinum um at hava eitt tilverugrundarlag í Føroyum. Óteljandi dømi eru um vaksin í hesum bólki , ið hava roynt at søkt inn á HF ella aðrir miðnámsskúlar, men sum ikki hava nøktandi førleikar úr fólkaskúlanum. Hvat ger man so? Sendir fólk, ið hava rundað tey 30, 40 ella 50 aftur á skúlabonk saman við 15-ára gomlum? Svarið kenna vit, men hvat er avleiðingin – fyri tann einstaka, fyri málbólkin og fyri samfelagið? Hon er m.a. fráflyting, stagnering, arbeiðsloysi, fátækradømi, og ein arbeiðsmegi, ið ikki er mobil, ið ikki hevur neyðugar førleikar til broyttan tørv á arbeiðsmarknaðinum og tí ikki er “employable”. Uttan VÚ-tilboð er talan um stórt spill av møguligum og sannlíkum tilfeingi á arbeiðsmarknaði, á útbúgvingarstovnum og fyri samfelagið sum heild. Við VÚ-tilboðum kunnu borgarar, ið av nógvum ymsum orsøkum eru dottin niðurímillum útbúgvingarskipanir okkara, fáa ein nýggjan møguleika, verða slúsað inn aftur í útbúgvingarverkið, og seinni gerast tilfeingi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Til tess at mobilisera hendan málbólk krevst vegleiðing, førleikameting og breið VÚ-tilboð til frama fyri land og fólk.

Allir vegleiðarar hava møtt vaksnum, ið antin liva í vónloysi sum ófaklærd ella arbeiðsleys í Føroyum, har VÚ-tilboð eru ein stór trotvøra, ella flyta av landinum – serliga til Danmarkar, har tey fáa førleikament seg á VUC-miðdeplum, ið veita útbúgvingartilboð á øllum stigum (frá grundskeiðum í lesing og skriving til miðnámsprógv umvegis fleksiblar lærutilgongdir). Í Íslandi hava útbúgvingarmyndugleikar, saman við pørtunum á íslendska arbeiðsmarknaðinum, tikið hond um hendan trupulleika. Tað hava tey t.d. gjørt við í felag ganga saman stovnsetan og fígging av VÚ-miðdeplum fyri lívlanga læru (Lifelong Learning Centres) kring Ísland. Málbólkurin á hesum miðstøðum eru serliga tey ófaklærdu, vaksin við vantandi grundleggjandi lesi- og skriviførleikum, arbeiðsleys, sokallað “second chance learners”, og fólk, ið ynskja uppstigan, umskúling ella ynskja at fyrireika seg til upptøku á miðnámsskúla ella til hægri lestur. Eisini í mun til integratión eru hesi átøk munagóð. Ein fastur táttur á øllum LLL-deplum er skipað og professionel lestrar- og yrkisvegleiðing.

Eisini í mun til førleikameting (validering) spæla vegleiðarar har ein týðandi leiklut. Fokusøkini í 2011-2013 í hesum norðurlendska samstarvi, sum standa niðanfyri, lýsa bæði tørvin og avbjóðingina hjá samfeløgunum – og ikki minst tí føroyska – men geva eisini ábendingar um, hvat munagott kann verða gjørt:

1. Fleksibilitet í útbúgvingum, ið m.a. fevnir um fjarlestur, fleksiblar tilgongdir til læring /útbúgving, grundleggjandi lesi- og skriviførleikar (“literacy skills”) og útbúgvingartilboð í sambandi við integration.

2. Arbeiðspláss sum læringspallar (t.d. læring/upplæring á arbeiðsplássum, kontinuerlig førleikamenning, og eldri fólk á arbeiðsmarknaðinum.

3. Validering (ið er førleikameting ella “realkompetencuvurdering”)

4. Vegleiðing í mun til útbúgving av vegleiðarum, menning av vegleiðaratænastum, professionalisering av vegleiðing, førleikamenning, persónliga menning og arbeiðslív og lívslanga læru.

5. Menning av útbúgving og undirvísing, har dentur verður lagdur á kreativitet og innovatión. Nakrar av niðurstøðunum frá nevndu norðurlendskt fíggjaða tiltakinum hjá NVL í Føroyum í 2009 vóru:

 Stórur tørvur er á lestrar- og yrkisvegleiðing á øllum útbúgvingarstigum (tó er serliga

 Vantandi samskipan av VÚ: Ein yvirskipað samskipan (koordinering) av øllum

 Stórur tørvur er á einum LLL-útbúgvingardepli fyri vaksin í Føroyum (fyri fólk, sum eru týdningarmikið at røkka teimum ófaklærdu og teimum við stuttum ella ongari útbúgving). útbúgvingartilboðum til vaksin manglar. ófaklærd, sum mangla grundleggjandi lesi-og skriviførleikar/ bókligar førleikar, og sum ikki lúka upptøkukrøvini til tær útbúgvingar sum t.d. HF, Heilsuskúlin, Vinnuháskúlin, Handilsskúlarnir o.a. miðnámsskúlar kunnu bjóða).

 Serlig tilboð um fyrireikandi VÚ má raðfestast.

Hesi brot úr fundarfrásøgnini frá norðurlendskt fíggjaða tiltakinum hjá NVL í FØ í 2010 benda á tað sama:

o Yvirskipað við vaksnamannalæru: Ov nógv, sum detta burtur.

o Stórur tørvur er á skúla fyri vaksin (VUC-líknandi við grundleggjandi & fyrireikandi skeiðstilboðum). Ikki sum ALV skúlin við Áir, tí tað er fyri ein ávísan málbólk.

o Í 2 ár er blivið víst á, hvat hendir í Norðurlondum og hvussu støðan er í FØ.
Spurningur: hvussu kemur man víðari?

o Á økinum vantar ein yvirskipað strategi fyri VÚ & samskipan

o Tað gagnar ikki samfelagnum og tí einstaka, at hond ikki verður tikin um tey, sum detta burtur millum.

o Hvør skal fíggja vaksnamannalæring? Kunnu myndugleikar og partar á arbeiðsmarknaðinum ikki finna saman um hendan spurning?

o Tørvurin á hagtølum stórur

o Landið útflytir ungdóm við góðum lestrarstuðli. Trupulleikin er, at ov fá koma aftur. Paradoksið er, at lítlar ella ongar íløgur verða gjørdar í fólk, sum lesa her í landinum. Ov lítið verður gjørt við útbúgving, eftirútbúgving, og førleikamenning av ófaklærdum.

Seinnu árini eru einstakar royndir gjørdar at bøta upp á ta einu ella hina av mongu nevndu avbjóðingunum , men tað er eyðsæð, at uttan samskipan, uttan at myndugleikin tekur ábyrgd og initiativ, uttan rætt fokus og uttan fult tilvit, so muna tey fáu tiltøk ikki veruliga til at røkka endamálinum: lívlanga læru og førleikamenning av vaksnum borgarum sum heild.

Nevndu viðurskifti benda á, at tað kundi verið skilagott og mundagott at sett ein samskipara, so veruligt fokus kann setast á vaksnamannaøkið.

Útreiðslurnar av uppskotinum eru í fyrstu atløgu kostnaðurin fyri ein persón, sum arbeiðir miðvíst við at kortleggja, kanna og savna vitan um Vaksnamanna Útbúgving í Føroyum. Viðkomandi kann í arbeiðinum arbeiða fram ímóti at seta á stovn eina skipaða VÚ í Føroyum í samskifti og samstarvi við avvarðandi partar. Í hesum liggur eisini at kortleggja og samskipa verandi tilboð í Føroyum fyri vaksin, at orða endamálið og eina ætlan og mannagongd fyri eina skipaða VÚ í Føroyum í tøttum samstarvi við allar avvarðandi partar. Mett verður, at skipanin kann kosta umleið 600 t.kr árliga í byrjanini. Hvussu hon víðari skal samskipast og framtíðartryggjast, hvussu býtið av fíggingini millum avvarðandi partarnar skal vera, eru liðir í fyrireikandi arbeiðinum, sum hetta uppskot eisini snýr seg um.

Føroyar eru í kapping við grannalond – serliga Danmark – um tey, sum fara undir útbúgving – eisini tey vaksnu. Tí mugu vit byrja at seta fokus á og samskipa vaksnamannaøkið!

Ovast