Uppskot Um Broyting í Løgtingslóg Um Innflutning Og Sølu Av Rúsdrekka

Uppskot um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

Framsókn hevur lagt fylgjandi uppskot fyri løgtingið:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 20 frá 10. Mars 1992, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 17. mai 2011

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

§ 1
Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 4. juni 1996, løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 1996, løgtingslóg nr. 64 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 64 frá 2. mai 2003, løgtingslógum nr. 55 og 57 frá 16. mai 2006, løgtingslóg nr. 126 frá 22. desember 2008, løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009 og løgtingslóg nr. 48 frá 17. mai 2011, verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 5 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Matvøruhandlar, umframt matstovur og skeinkistøð við skeinkiloyvi, kunnu, hóast ásetingina í stk. 1, við loyvi frá loyvisnevndini innflyta borðvín, sum hevur í sær í mesta lagi 22 rúmprosent av alkoholi, og øl.”

2) Aftaná § 7 verður sum § 7 a sett: “§ 7 a. Matvøruhandlar kunnu, hóast ásetingina í § 7, stk. 1, við loyvi frá loyvisnevndini selja borðvín, sum hevur í sær í mesta lagi 22 rúmprosent av alkoholi, og øl. Stk. 2. Hevur handilin brotið treytirnar fyri loyvinum, kann loyvisnevndin taka loyvið aftur eftir ásetingunum í § 14.”

3) Í § 8, stk. 1 verður “, sum í sær hevur hægst 5,8 rúmprosent av alkoholi” strikað. § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar:

Øl og vín skulu kunna fáast til keyps í matvøruhandlum.

Tíðin er búgvin til, at vit fáa eina tíðarhóskandi lóg um innflutning og sølu av rúsdrekka. Núverandi lóg frá 1992 hevur tænt sínum endamáli, og tað hevur víst seg, at føroyingurin hevur staðið royndina at duga sær hógv. Síðan Rúsdrekkasøla Landsins kom, er nýtslan ikki vaksin, og vit hava ikki upplivað, at misbrúk hevur tikið ræðið, eins og nøkur spáddu tá.

Hinvegin er mentanin broytt til tað betra; frá gomlu “kassamentanini” til hóvliga nýtslu, har hvør valdar sínum. Tilgongdin av ættarliðum, ið ikki vóru kunnug við “kassamentanina”, hava síðan tíðliga í 90’unum, tikið frástøðu frá gamla hugsunarháttinum um keyp, goymslu og nýtslu av rúsdrekka. Formyndaríið skal tí enda, og vit skjóta upp at tillaga lóggávuna soleiðis, at øl og vín skal kunna fáast til keyps í matvøruhandlum.

Í apríl 2014 gjørdi Gallup eina kanning millum føroyingar, har fólk vórðu spurd um sølu av øli og víni. Heili 64% av teimum spurdu tóku undir við, at tað skal verða loyvt. Í meginøkinum er talið tó nakað hægri.

Um tað mundi, ið kanningin kom fram, gjørdi Dagur og Vika samrøður við fólk á gøtuni og hesar vístu hugburðsbroytingina, ið er farin fram, síðan núverandi lóg kom í gildi. Fólk ynskja frælsi til sjálvi og undir egnari ábyrgd at útvega sær øl og vín til tað høvið, ið tey finna hóskandi uttan at vera sett undir fyrisiting.

Rúsdrekkasølan, sum hon fer fram í dag, er ein leivd frá einari farnari tíð, og í 2015 ikki sørt umboðandi gomlu “kassamentanina”. Tað snýr seg framvegis um at leggja ríkiligt inn undir seg, tá ein nú endiliga er komin á staðið. Verður øl og vín ístaðin keypt í matvøruhandlum, sum ein partur av dagliga tørvinum, broytist keypshátturin og hugburðurin samsvarandi.

Í dag hoyrir tað onga staðni heima at vaksið fólk skulu viðfarast sum ómyndug børn. Eftir at nýtslutølini síðan 1993 hava prógvað eina hóvliga nýtslu, síggja vit tað sum púra natúrligt, at fólk sjálvi fáa størri ávirkan og ábyrgd av sínum lívshátti. Tað røkkur longst, og er besta íkastið til eina skilagóða nýtslu enntá minni nýtslu.

Tá um ræður at lata matvøruhandlar selja vín og øl, eru eisini vinnulig atlit at taka. Við einum loyvi at innflyta, keypa og selja vín og øl, kunnu handlar víðka og betra sítt handilsliga grundarlag. Samstundis fær brúkarin størri úrval og ágóðan av kapping um prís.

Tann parturin, ið Rúsdrekkasølan missir av umsetningi av víni og øli, fer út í privata renslið á ein annan hátt og til annað brúk enn beint inn aftur í landskassan, sum nú er.

Hotel- og matstovuvinnan fær eisini ítøkiligar ágóðar av lógarbroytingini. Eitt er at innflutningurin gerst munandi smiðligari. Annað er, at kostnaðurin at innflyta fer munandi niður, og sparingin kann betra munandi um raksturin. Eisini her fær vinnan fyrimunir av at innflyta frá sínum egnu veitarum og kann harvið byggja upp eitt vøruúrval til kappingarfyrimunir uttan at spyrja nakran eftir. Sum støðan er í dag, skal hotel- og matstovuvinnan flyta inn umvegis Rúsdrekkasøluna, og fyri ómakin tekur Rúsdrekkasølan sær um 30% í vinningi. Í allar flestu førum er hetta órímiligt í mun til avrikið, og sum av somu orsøk tekur støði undan búskapinum í vinnuni.

Ovast