Væl eydnaður limafundur

Eini 50 fólk vóru møtt til kunningarfundin í Østrøm, hóskvøldið 15. Oktober. Formaðurin, Poul Michelsen, greiddi frá tilgongdini í sambandi við løgtingsvalið. Hóast hann var væl nøgdur við valstríðið helt hann, at tað var løgið sum leikur fór fram seinastu fáu dagarnar undan valinum. Veljarakanningar yvirmettu Framsókn, samstundis sum ein munagóð herferð fór fram handan miðlaleiktjøldini. Hóast málið var trý tingfólk og vit bert fingu tvey, var formaðurin samanumtikið væl nøgdur við valúrslitið.

Samgongusamráðingarnar eftir valið vóru drúgvar. Samgongugrundarlagið er tepurt, men formaðurin helt fyri, at ein samgonga, har hvør einasti limur telir, er fult so góð, sum ein samgonga, har tinglimir eru í yvirskoti. So verður arbeiðið ofta tikið í størri álvara. Hugsjónin hjá Framsókn sæst eisini aftur í samgonguskjalinum og sum heild eru vit væl nøgd.

Hóast snávingarsteinar í byrjanini, tykist sum samgongan hevur fingið fótað sær og er farin til verka.

Framsókn fekk tillutað eitt samanlagt uttanríkisráð/vinnumálaráð og tað eru vit væl nøgd við. Sum høgra beinið í einum vinstra samstarvið, hóska málsøkini sera væl til okkum í Framsókn.

Vit eru sostatt farin til verka við tveimum tingfólkum og einum landsstýrisfólki. Hanna Jensen var næst vald á ting til valið og tá ið Poul Michelsen fór í landsstýri, kom Ruth Vang inn á ting.

Hanna og Ruth hava fingið tillutaðar fleiri nevndarsessir í tingnevndunum. Hanna Jensen er forkvinna í mentamálanevndin, limur í lokalnevndini, varalimur í ávikavíst uttanlandsnevndini og rættarnevndini.

Ruth Vang er forkvinna í fíggjarnevndini, limur í rættarnevndini, norðurlandaráðnum og varalimur í ávikavíst mentanarnevndini og vinnunevndini.

Tað er hugaligt at fáa kjølfest Framsókn í praktiskum arbeiði í einari samgongu, tí mangan hevur tað verið tungt við einum tinglimi – í andstøðu.

Tær báðar tingkvinnurnar kunnaðu síðan um sínar nevndarsessir og um sínar vánir og vónir til komandi valskeiðið. Bæði Hanna Jensen og Ruth Vang fegnast um sínar nýggju leiklutir, sum tykjast hóska væl til teirra fakligu áhugamál. Enn er tingarbeiðið ikki rættiliga byrjað og nevndirnar eru júst skipaðar.

Poul Michelsen kunnaði í høvuðsheitum um leiklutin sum landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum. Sum vituligt er, hóskar nýggja málsøkið eisini sera væl til hansara fakligu førleikar.

Síðan hevði Jógvan Fríðriksson, biskupur, ein stuttan fyrilestur um kjakið í almenna rúminum um fremmandafólk, integratión og flóttar. Hann var sera kveikjandi og mælti staðiliga til tolsemi og umhugsni, tá talan er kjak á eitt nú facebook. Jógvan Fríðriksson mælti øllum til at bíða við svørt/hvítum niðurstøðum, til evninum vóru viðgjørd á einum sakligum grundarlagi og einum hægri stigi enn tað, ið vit síggja í dag.

Síðan endaði Poul Michelsen kunningarfundin og takkaði fyri kvøldið.

Ovast