Væl ílatnir Ungdómsvenjarar

Væl ílatnir ungdómsvenjarar

At vera ungdómsvenjari er ein fragd. At sleppa at vera partur av menningini hjá ungdóminum innan ta ítróttargrein man brennur mest fyri, og fyri tað felag man er best við, tað er ein deilig kensla.

Eg var ungdómsvenjari hjá B36 í nógv ár, og tað er nakað, eg ikki vildi verið fyri uttan. Genturnar vóru fittar, tær vóru stuttligar, tær vildu læra, blíva betur, tær vildu vinna, tær vóru umsorgarfullar fyri hvørjari aðrari, tær vóru til tíðir strævnar, og tað var tíðarkrevjandi. Men tað vóru ikki tær vanligu strævnu løturnar sum fingu meg at gevast, ella at tað gjørdist ov tíðarkrevjandi.

Tað sum fekk meg at gevast var mótloysi. Alt ov ofta stóð eg í støðum, har mínir førleikar ikki rukku á mál, har eg ikki strekti til.

Í stóra hópinum var tað ár um ár ein ella fleiri gentur, sum ikki vóru heilar, sum stríddust við ting, sum teirra bakland annaðhvørt ikki kláraði, vildi ella dugdi at lofta. Í summum førum trúgvi eg eisini, at foreldrini vóru óvitandi um, hvat tey bóru víðari í børnini hjá sær.

Sum venjari hevði eg tey kravdu venjaraskeiðini, eg var góð við genturnar, felagið og vildi gjarna brúka mína tíð til hetta. Tað var í grundini hvat eg hevði at bjóða.

Men tað er ikki altíð nokk. Eg visti t.d. ikki, hvussu eg skuldi handfara støðuna rætt, tá ein genta sproytaði hárspray í andliti á sínum viðleikarum tí hon ikki visti, hvussu hon skuldi fáa uppmerksomheit. Eg visti ikki, hvussu eg skuldi lofta gentuni sum græt um, at hon aldrin sá foreldrini hjá sær og sjónliga ikki hevði nakrar vaksnar fyrimyndir ella foreldur sum traðkaðu í karakter. Eg visti ikki, hvussu eg reint professionelt skuldi handfara gentuna sum spýtti í andliti á mær, um eg skifti hana út ella ikki loyvdi henni at stýra tí heila. Eg visti ikki, hvussu eg skuldi handfara støðuna, tá hinar genturnar fortaldu um ta 13 ára gomul gentuna á liðnum sum var í so seksuelt aktiv á í so almennum støðum. Eg visti ikki, hvussu eg skuldi handfara støðuna, tá eg frætti um, at allar genturnar vóru bodnar at drekka saman við tí eina pápanum, hóast tær bara vóru 15 ára gamlar.

Eg hevði ikki meldað meg til hetta! Jú eg kundi seta reglur fyri, hvussu vit vóru, tá vit vóru saman, og eg kundi siga, hvat eg fann meg í og ikki. Men var tað rætt at blaka gentuna av liðnum sum spýtti meg í andliti? Nei tað var tað ikki. Og enn tann dag í dag hugsi eg enn um, hvat eg heldur skuldi havt gjørt, hvat hevði verið rættari fyri gentuna og ikki bert hugsa um hópin og meg.

Eg bað um hjálp. Eg bað m.a. Kommununa um hjálp. Eg spurdi, um ikki Kommunan kundi veita okkum venjarum eina professionella hjálp. Um vit kundu fáa ein persón sum hevði førleikar til at leggja okkum lag á og vegleiða okkum um, hvussu vit kundu handfara hesar truplu støður. Siga mær og okkum, hvat var rætt at gera í hesum ymsu støðum. Eg hoyrdi ikki aftur frá kommununi, men frætti at tað varð flent at mínum trupulleika.

Hetta eru nógv ár síðan – men einki sigur mær, at trupulleikin er minni í dag. Familjur tykjast at hava alsamt vaksandi avbjóðingar, skilsmissutølini eru vaksandi, og alt tað gongur út yvir børnini. Diagnosurnar tykjast eisini gerast fleiri og fleiri í tali. So tí eri eg sannførd um, at tørvurin er har.

Við at bjóða øllum ungdómsvenjarum í Kommununi eitt skeið í, hvussu tey best síggja vandatekinini og kunna lofta áðrenn tað fer av sporinum, hevði ikki bert hjálpt venjarunum men sanniliga eisini ungdóminum. Evnini kundu, t.d. verið barnapsykan, nær talan er um barnaverndarmál, nær man skal melda, og hvat kanska bara er eitt tannáringa upplop. Og síðan at hava ein persón ella eitt toymið av persónum, ið venjarar kunnu venda sær til um hjálp, tá serligar støður uppstanda. Við at veita hetta ódýra tilboð, kann Kommunan veruliga gera ein mun.

Eg veit at tað vildi havt hjálpt mær tá, og eg veit at aðrir venjarar høvdu sama ynski tá og eisini í dag. Eitt kann eg tíanverri bara hugsa um, og tað er, kanska hevði ein av mínum fittu deiligu og hjartagóðu gentum verið ímillum okkum enn í dag, verið ein glað ung kvinna sum gav samfelagnum nógv aftur, um eg og aðrir persónar í okkara serstøðu høvdu megnað at lofta henni, tá hon hevði mest brúk fyri okkum.

Sjálv vil eg sera fegin sleppa at arbeiða fyri at hetta tilboð verður boðið øllum ungdómsvenjarum í Tórshavnar Kommunu. Tað hevði klætt Tórshavnar at verið tíðarhóskandi eisini á hesum øki.

Gott val.
Sissal Kristiansen

Valevni fyri Framsókn

Ovast