Vápnalógin – Persónligt Frælsi Og ítróttaligir Møguleikar í Einari Nýggjari Lóg.

Vápnalógin – Persónligt frælsi og ítróttaligir møguleikar í einari nýggjari lóg.

Nú tá Rættarnevndin er við at skriva álit og vápnalógin kemur til 2. viðgerð í løgtinginum, vil eg heita á løgtingslimir um at gera hesar broytingar:

1. Nú tá meiningin er at krevja vápnaskeið og vápnaprógv, vil eg heita á ikki at seta nakað aldursmark á. Tey sum eru 18 ár og eldri tá ið lógin kemur í gildi, skulu verða frítikin fyri at skula á skeið. Eingin lóg eigur at verða gjørd við afturvirkandi kraft.

2. Tað skal helst einki aldursmark vera fyri at skjóta í skjótfeløgum. Fyri at skjóting sum ítróttur skal kunna menna dugnaligar skjúttar, er tað altumráðandi at teir sleppa at íðka ítróttin skjótast gjørligt. Tað má latast upp til tað einkulta skjótifelagi um tað er trygt at lata lim skjóta.

3. Ger tað møguligt at yvirbyggja standard vápnaskeið/vápnaprógv, til høglbyrsu, við einum skeiði til riflu. Eins og við til dømis koyrikorti, har ein fyrst tekur til vanligan bil og so kann taka til lastbil, motorsúkklu o.s.fr. Jú, tað er kanska ikki so nógv vilt djór at veiða við riflu í Føroyum, men jaktheimurin hjá einum sum hevur jakt til frítíðarítriv, er so nógv størri enn Føroyar. Sum lógin verður tulkað í dag, so kann ein føroyingur, ella fyri so vítt ein útlendingur, sum hevur tikið rifluloyvi uttanlands, ikki fáa tað við til Føroyar. Hetta kann halda fólki frá at flyta til Føroyar.

4. Ger áseting í lógini um vápnapass ( sum fylgir altjóða standard) í lógina. Hetta hevði gjørt tað munandi lættari hjá skjóti íðkarum og veiðimonnum at ferðast til kappingar og jaktferðir í útlondum. Sum nú er, skal søkjast um loyvi hvørja ferð ein fer av landinum við vápni.

5. Ger tað eisini møguligt at íðka riflu- og pistólskjóting sum ítrótt. Riflu- og pistólskjóting er ein stór ítróttargrein á Oyggjaleikunum. Á komandi oyggjaleikum á Jersey 2015 verða 30 kappingar í pistólskjóting og 16 í ymisku sløgunum av riflu. Í alt 46 kappingar fyri menn, kvinnur og lið. Øllum hesum 138 heiðursmerkjunum eru vit avskorin fyri at kappast í. Til samanlíkingar eru “einans” 126 heiðursmerki at vinna í svimjing. Hvør veit ikki um tað finnist ein “Pál Joensen” í skjóting í Føroyum. Hyggja vit eftir einari aðrari skjótigrein, sum er kend í Føroyum, nevniliga boga- og høglbyrsuskjóting hava vit vunnið nógv heiðursmerkir á oyggjaleikum og øðrum kappingum uttanlands. Um eg ikki taki heilt feil, so meini eg at onkur hevur verið við til so stórar kappingar sum EM og HM.
Eisini kann leggjast afturat, at um tað bleiv gjørdur ein skjótibani til riflu og pistól, kundi hetta møguliga kombinerast við einum skjótibana til bogaskjóting, sum stórliga manglar virðiligar umstøður. Um hesin skjótibani varð gjørdur, so høvdu vit havt umstøður til ta 12. itróttargreinina sum krevst fyri at kunna hýsa Oyggjaleikunum. Eg meti at ein sovorðin bani ikki skuldi kosta meir enn nakrar fáar milliónir, ístaðin fyri sum nú, tá lands –og kommunalir myndugleikar tosa at gera eina golfbreyt fyri 50-70 milliónir.

Karlot Hergeirsson

Framsókn

Ovast