Vit Kunnu Ikki Standa Við Síðulinjuna!

Vit kunnu ikki standa við síðulinjuna!

– “Tímir tú veruliga, at nýta tíð og orku uppá hatta roksið?”

– “Tú mást lova mær, at tú ikki gerst akkurát sum allir hinir har niðri!”

– “So mást tú læra teg, at lúgva og spæla politiskt spæl!”

– “Eg skilji ikki nakar tímir at stilla upp. Gongur tað ikki bara út yvir teg og familjuna?”

Slíkar eru nakrar av viðmerkingunum eg havi fingið. Reyði tráðurin í hesum viðmerkingum er ein beiskleiki ímóti politisku skipanini. Her er millum fólk ein stór misnøgd og ivingarsemi at hóma. At fólk hava mist áliti á politisku skipanina er kanska ikki undarligt, eftir gott fýra ár við nú sitandi samgongu. Hetta gjørdi somuleiðis avgerð mína um, at stilla upp til Løgtingsvalið, sera einfalda. Tað er alneyðugur tørvur á broyting og nýhugsan. Vit mugu endurskapa áliti millum fólki og landsins leiðslu!

Eg eri sannførdur um, at eitt liberalt og tjóðskaparligt átak kann gera munin.

Úr neista birtist eldur

Eg bleiv nakað brádliga blakaður út í í eitt valstríð fyri góðum trimum árum síðani. Upplivilsið var ógvusligt men sera læruríkt, og eg mentist sera nógv sum persónur. Eg skal viðganga, at Kommunuvalið 2012 var sera avbjóðandi, og tað vóru nógvar nætur uppundir valdagin, har eg lá við andvekur. So hví yvirhøvur stilla upp aftur?

Hevur tú fyrst nortið við politikk, ja so heldur tú teg antin burtur, ella tendrar ein eldur innan í tær. Hjá mær hendi tað seinra. Eg fekk eina kenslu av, at tað er stórur tørvur á broyting og nýhugsan. Føroya fólk ynskir nakað nýtt, smakkurin av sitandi samgongu er vorðin beiskur! Tí fall val mítt á Framsókn. “Persónligt frælsi, vinnuligt frælsi og tjóðskaparligt frælsi eru grundleggjandi virði, ið skulu fáa føroyska samfelagið aftur á beint.”

Eg vil ikki standa á síðulinjuni

Tá ið eg havi ferð eftir ferð havi funnist at landsins leiðslu, er komin sníkjandi hesin, eitt sindur nívandi tankin: “hevði tú nú megnað at gjørt tað rætta sjálvur, ella hevði tú rist á hondini, um tú stóð við róðri?” Eftir langa sjálvrannsakan, so er svari JA! Eg hevði megna hetta betur sjálvur! Eg hevði megna, at deilt ríkidømi Føroya, til allar føroyingar, og ikki bara í hendurnar hjá teimum fáu! Eg hevði megna, at gjørt tjóð okkara sjálvbjargna! Eg hevði megna, at sett persónliga frælsi hjá tí einstaka í hásæti!

Tað er so lætt at standa hendur í lumma, hyggja at, peika fingrar og finnast at. Men eg havi tikið meg sjálvan í, at mær dáma hetta minni og minni. Eg vil heldur vera við til, at taka stóru og avbjóðandi avgerðirnar, eg vil ikki standa á síðulinjuni!

Føroyar mítt land

Tí havi eg avgjørt, at taka ímóti avbjóðingini saman við góðum fólki í Framsókn. Saman fara vit, at fáa Føroyar aftur á rætta kós. Framsókn setir frælsi ovast í øllum sínum politiska virksemi. Eg fari fullfermdur við øllum tí, eg havi innanborða av vilja og kunnleika, til verka fyri land mítt.

Rúni Sundberg Patursson, valevni

Framsókn

Ovast