Handan Framsókn

Floksnevnd:

  • Poul Michelsen, formaður
  • Hanna Jensen, næstforkvinna
  • Bjarni Kárason Petersen
  • Ruth Vang
  • Teitur Vestergaard Jakobsen, Framsøkin Ung

Tiltakslimir eru:

  • Hákun Andreasen
  • Dorit Hansen
  • Karlot Hergeirsson
  • Oda Andreasen
  • Sunneva Háberg Eysturstein

Tað byrjaði sum eitt átak. Nøkur fá fólk komu saman, summi tilvitað og unnur av tilvild. Felagsnevnarin fyri prátið var, at okkurt mátti gerast. Um ikki annað, so fyri at fáa verandi flokkar á tingi og í samgongu, at taka samfelagstøðuna í álvara.

Sum frá leið, vaks hesin lítli hópurin av fólki. Hvar enn vit vendu okkum, vóru fólk á einum máli um, at soleiðis kunnu Føroyar ikki leiðast. Endin varð, at vit fóru undir at savna inn undiskriftir fyri at kunna stovnseta ein nýggjan flokk. Ein flokk, sum ódálkaður kundi fara eftir málunum og ikki eftir fólkunum.

Innsavningin fór í gongd og ikki færri enn 2.500 fólk tóku undir við, at Framsókn skundi setast á stovn. Her kanst tú síggja áheitanarskjalið: Røra í grýtuni

Síðan vóru undirskriftirnar handaðar myndugleikunum og stutt eftir, kom skriv úr Innlendismálaráðnum, ið kunngjørdi, at Framsókn var skrásettur sum flokkur og kundi stilla upp til komandi løgtingsval.

Stovnarar:

  • Eyðna L. Hansen
  • Eli Christiansen
  • Finn Jensen
  • Hanna Jensen
  • Hans Anfinnson Norðfoss
  • Harriet Davidsen
  • Janus Rein
  • Óluvá Waagstein
  • Poul Clementsen
  • Poul Michelsen
  • Sissal Kjartansdóttir Kristiansen
Ovast