Hilbert í Grógv er 49 ára gamal, giftur við Bjørt í Grógv og eru tey foreldur til 3 dreingir.

Umframt at hava starvast umborð á fiskiførum, í Føroyum og Noregi, hevur Hilbert eisini gingið á Handilsskúla í Føroyum og í Danmark, staðið í læru í Havnar Timburhandli og eftirfylgjandi starvast har í uml. 11 ár.

Seinastu 13 árini hevur Hilbert starvast í Undirsjóvarvinnuni, sum “ROV Pilot” og “ROV underwater controller”. Hetta er bæði innan oljuvinnu, og í vindmyllulundum.

Hilbert er uppvaksin á Nesi uttanfyri Toftir og hevur búð í Tórshavn, eitt 5 ára skifti í Nuuk í Grønlandi og býr nú á Toftum.

View all posts