Jákup Petur Eliassen er 44 ára gamal, giftur við Súsannu og tey eiga 3 synir (19-16-11 ár).

Aftaná student, fór hann til skips í 9 mdr. Fór síðan at starvast innan KT vinnuna. Fyrst á Tera í Runavík í 2½ ár, síðan til Farodane/Nema/Elektron í tilsamans 10 ár.

Hann valdi so at royna nakað heilt annað og las til fysioterapeut í Næstved og hevur síðan 1. mai 2015 starvast hjá Tórshavnar kommunu, seinastu 6 árini sum deildarleiðari. Hann tekur í løtuni eina Diplomútbúgving innan leiðslu á Glasir.Jákup Petur er helst mest kendur innan ítróttina, m.a. fyri tey 3 ítróttabrøgdini, hann hevur gjørt fyri at samla pening inn fyri Eydnudeildina, har eini sonur hansara spælir við.

í 2020 gjørdi hann tann fyrsta “Everesting”, har hann súkklaði 45 ferðir frá Autoservice niðan á Oyggjarvegin, fyri at røkka teir 8848 hæddarmetrarnir, sum svara til Mt. Everest.

Í fjør gjørdi hann tað so til gongu, har hann gekk og rann 18 ferðir niðan á Slættartind, sum gav teir 8.848 hæddarmetrar, ið skulu til.

Í ár súkklaði hann til allar bygdir í Føroyum, uppá tvey samdøgur. Ein teinur uppá 620 km.

Jákup Petur hevur vunnið fleiri FM í triathlon, súkklukappingina “Kring Føroyar” og hevur luttikið Oyggjaleikum í súkkling og triathlon. Hann hevur eisini luttikið í heimsmeistarakappingini í Ironman 70.3.

Recent Posts