Rani Hjaltalin Midjord er 28 ára gamal og hevur búð í Tórshavn síðani 2007, tá hann flutti heim aftur til Føroyar, eftir 10 ár í Noregi. Seinastu árini hevur hann lisið Politikk og Umsiting á Fróðskaparsetri Føroya á bachelor- og masterstigi. Rani hevur starvsroyndir innan ymsar geirar á arbeiðsmarknaðinum, t.d. sum instruktørur hjá NAX, múraralærlingur hjá J&B Kyster, sølumaður í Elding og Skálkur Man, fysiskur venjari í HB, persónligur venjari í Burn, umframt sum sjálvstøðugur vinnurekandi.