Alivinnan – Vøkstur Við Varni

Alivinnan – vøkstur við varni

Alivinnan í Føroyum er helst tann fremsta í heiminum. Í dag er laksur umleið helvtina av okkara útflutningi, og við nýggju lóggávuni kann hesin útflutningur vaksa munandi. Møguleikar eru eisini at fara undir at ala laks á landi og á opnum havi, og at ala m.a. rognkelsi, tara og krækling.

Nýggja alilógin setur greiðari karmar um eigaramarkið, um útlendskan kapital og um rættin at nýta firðir og sund. Lógin gevur eisini landsstýrisfólkinum greiðari heimildir at hava tamarhald á gongdini í alivinnuni.

Í einari so týðandi vinnu er stóra avbjóðingin at tryggja, at alivinnan framhaldandi verður búskaparliga, lívfrøðiliga og umhvørvisliga haldfør.

– tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.

Ovast