Burtur úr Búskaparligu Sveiggjunum

Burtur úr búskaparligu sveiggjunum

Ein framhaldandi búskaparvøkstur er fortreytin fyri at menna alt samfelagið. Útgangsstøðið fyri at reka varnan sjálvstøðugan búskaparpolitikk er í løtuni gott. Inntøkurnar eru vaksandi, arbeiðsloysið er lágt, uppsparingin er stór og skuldin er lág.

Søguliga hava Føroyar havt ógvuslig sveiggj í búskapinum við álvarsligum avleiðingum fyri vinnu og vælferð. Hetta eiga vit at hava lært av, og hetta má ikki henda aftur. Tí er avgerandi, at landið tryggjar, at rakstur og íløgur hjá bæði landi og kommunum verða løgd í fastar langtíðarkarmar.

Í hesum góðu tíðum skulu vit gjalda skuld og spara upp til verri tíðir. Í løtuni standa um 500 mió kr. í búskapargrunninum. Henda upphæddin eigur at vaksa til 1 mia kr. í komandi valskeiði.

Framsókn vil tí ikki, at vit við ófíggjaðum vallyftum um rakstur og íløgur lova nakað, ið kann hótta góðu gongdina.

– tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst

Ovast