Bústaðartørvurin Má Laga Seg Eftir Marknaðinum

Bústaðartørvurin má laga seg eftir marknaðinum

Framsókn vil, at tað almenna skal hava avmarkaðan leiklut og skal tryggja, at ójavni ikki er millum almenna og privata bústaðarbygging.

Nógv virksemi er í Føroyum í løtuni, og fólk og familjur í stórum tali flyta til Føroya. Fyri tey, sum skulu keypa, leiga ella byggja bústað, hevur góða gongdin sínar avbjóðingar.

Í løtuni er útboðið av bústøðum alt ov lítið í mun til eftirspurningin. Her er ongin skjót loysn at finna. Sera avgerandi er, at tað, sum bygt verður, er dygdargott. Avbjóðingin er so álvarslig, at bæði tað privata og almenna mugu samstarva fyri at nøkta bústaðartørvin.

Tað almenna skal savna seg um at byggja til fólk við serligum tørvi.

-tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst

Ovast