
Ein ferðavinna sum vit kunnu liva av og liva við
Ferðavinnan er eitt gott íkast til búskapin. Hon skapar nógv størv og er virkandi til vinnu í útjaðaranum. Ferðavinnan skal framhaldandi mennast við atliti til og virðing fyri sosialu, mentanarligu, náttúru og búskaparligu burðardygdini.
Rætturin at ganga í haga má í ferðavinnuhøpi samskipast soleiðis, at greitt er, hvørji rættindi og hvørjar skyldur ánarar og brúkarar hava. Um neyðugt mugu rættindini tryggjast í lóggávu.
Vit skulu hava eina ferðavinnu, sum vit kunnu liva av og liva við – kring allar Føroyar, alt árið.
– tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst