Ein Sterkur Privatur Geiri

Ein sterkur privatur geiri

Framsókn vil, at privati geirin í samfelagsbúskapinum skal vaksa, bæði veruliga og lutfalsliga. Hetta kann bæði gerast við einskiljingum, við at útveita almennar tænastur og eisini við vinnumenning av ymsum slagi.

Nógvar uppgávur, sum tað almenna loysir í dag, kunnu við stórum fyrimuni – heilt ella fyri ein part – verða røktar av privatum.

Umframt at hetta styrkir vinnuna, kann brúkarin fáa gagn av kappingini um at røkja tænasturnar, eins og hann sum skattaborgari fær ein møguleika at gera sær greitt, hvat ávísar ágóðar í veruleikanum eiga at kosta.

Dømi um hetta síggja vit m.a. í tryggingum, ferðaseðlum og teletænastum.

tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst

Ovast