
Eitt framkomið og væl lært fólk
Í samstarvi við kommunurnar vil Framsókn gera tað, sum er neyðugt, fyri at dagstovnaøkið veruliga verður eitt gott stað fyri børn, námsfrøðingar og onnur starvsfólk.
Fólkaskúli og miðnám skulu altíð byggja á sterkan fakligan førleika, við góðari rúmd fyri kreativiteti og skipanum, sum tryggja undirvísarum og næmingum tær bestu umstøðurnar. Framsókn leggur stóran dent á at menna føroyskt tilfar innan skúlagátt.
Serøkið skal rigga so væl, at familjur við børnum og ungum, sum hava serligan tørv, kenna á sær, at røttu skúla-, virknis- og bútilboðini eru tøk til røttu tíð.
Fyrireikingarnar at byggja Setrinum kampus skulu førast á mál, og byggingin skal byrja í komandi valskeiði. Hægri útbúgving skal støðugt styrkjast og vinnuliga útbúgvingarøkið skal eisini mennast munandi, fakliga, tøkniliga og viðvíkjandi fjølbroytni. Í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, skal ein góð vaksnamannaútbúgving setast í verk.
Framsókn vil stimbra gransking, eitt nú við nýggjari granskingarlóg við betri møguleikum fyri samfíggjaðum verkætlanum innan gransking, nýskapan og menning. Føroyar skulu m.a. vera partur av nýggju ES- rammuskránni, og flokkurin fer altíð at eggja til, at tey, sum fara uttanlands í lestrarørindum, í størri mun aftur velja allan heimin sum lestrarstað.
tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst