Ferð á Grøna Orku

Ferð á grøna orku

Løgtingið hevur samtykt, at í 2030 skal øll el-orka á landi koma frá varandi orkukeldum. Skal málið røkkast, má ein nýskipan, sum hvílur á eina breiða politiska semju, finnast sum skjótast. Málið hevur stóran týdning og er so stórt í vavi, at her mugu allar góðar kreftir – almennar sum privatar –  spæla saman.

Løgtingið hevur samtykt átøk, sum eggja at velja grønar loysnir. Hitapumpur og elbilar eru frítiknir fyri meirvirðisgjald næstu árini, og fáa eisini streymin bíligari frá SEV. Men her skal meira til, og tíðin rennur undan okkum. Loysnir mugu finnast, sum hvíla á trygga lóggávu.

Fyri Framsókn hevur tað stóran týdning, at loysnirnar í so stóran mun sum gjørligt eggja brúkarunum at velja grønt, heldur enn at áleggja teimum tað.

Framsókn vil, at inntøkurnar frá møguligari útvinning av olju vera brúktar til at fíggja eina umlegging til grøna orku.

– tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst

Ovast