Føroyar Sjálvar Heldur Enn Hálvar

Føroyar sjálvar heldur enn hálvar

Framsókn vil, at Føroyar reka sjálvstøðugan uttanríkispolitikk. Røkka vit ikki hesum innanfyri grundlógina, má ein loysn finnast uttanfyri.

Danmark og Føroyar hava ikki somu uttanríkispolitisku áhugamál, og tí skulu vit sjálvi sita við borðið, har avgerðir vera tiknar og í egnum navni hava rætt til at gera avtalur við onnur lond.

Sjálvstøðug umboðan gevur okkum neyðuga vitan og styrki til at røkja okkara áhugamál við onnur lond og við millumtjóðafelagsskapir.

Trygdar- og verjupolitikkur er felagsmál, men umsitið av dønum. Tað er tó landsstýrið, sum stendur til svars fyri Føroya fólki, tá tað snýr seg um hesi. Hóast avtalan í Fámjinsskjalinum sigur, at Føroyar skulu fáa holla kunning um trygd og verju, kunnu vit staðfesta, at landsstýrið lítla og onga kunning fær. Hetta kann ikki góðtakast.

Í komandi valskeiði eiga vit at yvirtaka týðandi málsøkir og fáa eina avtalu um niðurlaging av blokkinum.

– tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst

Ovast