Haldføri – Fyrst Og Fremst

Haldføri – fyrst og fremst

Framsókn vil skapa og varðveita eitt tíðarhóskandi og framsøkið samfelag, har vit kappast um tey bestu og um tað besta. Heimurin stendur ikki í stað.
Framsókn hevur víst, at vit himprast ikki við at fremja neyðugar broytingar og frambrot. Tí bjóða vit okkum framvegis til at ganga á odda, tá nýggj stig skulu takast.
Føroyar skulu vera eitt vælvirkandi og framkomið samfelag við vælferð, trygd og trivnaði. Tær skulu vera fjølbroyttar og rúmligar, og vit skulu støðugt stremba eftir at styrkja okkara persónliga, vinnuliga og tjóðskaparliga frælsi.
Í løtuni er samfelag okkara væl fyri. Hesa støðuna skulu vit varðveita. Tí ræður um ikki at renna alt um koll við grammleika ella politiskari líkasælu og ábyrgdarleysum vallyftum. Vit skulu tryggja búskaparligt skynsemi og holla stovnsrøkt, so hetta framhaldandi kann vera grundarlagið undir okkara vælferð.

– tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst

Ovast