Heimsins Besta Heilsuverk

Heimsins besta heilsuverk

Framsókn vil, at føroyska heilsuverkið skal teljast millum tey bestu. Tí er neyðugt at raðfesta rætt og tryggja, at orkan verður brúkt skynsamt. Eisini er neyðugt við ítøkiligum heilsupolitiskum málum.

Framsókn vil, at alt sjúkrahúsverkið, og ikki bara leiðslan, skal virka sum ein eind. Samskipanin gagnar sjúklinginum, og vit fáa meiri burturúr játtanini. Serliga eigur virksemið í Klaksvík og Havn at samantvinnast betur. Suðuroyar sjúkrahús kemur framhaldandi at hava sína serstøðu sum útjaðarasjúkrahús, til fast samband er við Suðuroynna.

Fyri at útvega og varðveita heilsustarvsfólk er neyðugt at hugsa langskygt. Framsókn vil, at møguleiki skal vera fyri læknaligum introstørvum her heima, og at partar av serlæknaútbúgvingini skulu kunna takast í Føroyum.

Verandi hospicetilboð á Landssjúkrahúsinum skal raðfestast og hava nýggjar virðiligar hølisumstøður.

Ein leistur fyri viðgerðartrygd skal finnast. Ein miðsavnað tilvísing skal tryggja, at tá illgruni er um, at sjúklingar hava krabba- ella hjartasjúku, verður neyðug útgreining sett í verk áðrenn 2 vikur eru farnar.

tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst

Ovast