
Íverksetan og skapandi vinnur
Skapandi vinnurnar eru millum skjótast vaksandi vinnur í heiminum. Alt talar fyri, at hesar fáa eins stóran týdning í Føroyum sum í okkara grannalondum. Í ES telja skapandi vinnur umleið trý prosent av BTÚ. Tær skapa lutfalsliga nógv arbeiði – serliga til ung. Fyri føroyska búskapin vildi hetta umboðað eina framleiðslu uppá góðar 600 milliónir og arbeiði til sløk 1.000 fólk.
Alsamt fleiri føroysk lesandi velja sær í dag kreativar útbúgvingar í strembanini eftir at skapa sær eina kreativa yrkisleið. Og vit síggja spírar av hesi vinnu allastaðni.
Serliga eru tað tónleikur, filmur, sniðgeving, matgerðarlist og listhandverk, sum hava tikið dik á seg.
Framsókn vil, at hesar vinnur fáa neyðuga rúmd og umstøður at virka og vaksa, so tær kunnu gerast partur av okkara búskapi og skapa trivnað kring landið.
– tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst