Kommunali Geirin Skal Endurskoðast

Kommunali geirin skal endurskoðast

Løgtingslógin um kommunustýri er skjótt 20 ára gomul, og stundin er komin at endurskoða hana og gera hana meira tíðarhóskandi.

Framsókn vil, at vit í komandi valskeiði fara at endurskoða kommunalu geiran og uppgávubýtið millum land og kommunur. Vit skulu hava greiðu á, um tær uppgávur, sum eru lagdar út til kommununar at røkja, eru nøktandi, um nýggjar uppgávur, millum annað fólkaskúlin, kunnu leggjast út til kommununnar at røkja, og um kommunur skulu hava størri frælsi at umsita tænastur, sum natúrliga hoyra til nærdemokratiið.

Í 60-unum vóru 51 kommunur – í dag eru 29 kommunur. Kundu vit fingið ein betri og bíligari rakstur um kommununar vóru færri og størri? Og kundu hesar loyst kommunalu uppgávurnar betri enn í dag? Millum annað hetta vilja vit hava lýst í endurskoðanini av kommunustýrislógini.

Áðrenn hetta arbeiðið er gjørt, kemur tað ikki upp á tal, at Framsókn tekur undir við einari útjavningarskipan millum kommunurnar.

Ein útoyggjapolitikkur, sum millum annað ásetur tænastustigið, skal orðast. Framsókn vil, at útoyggjar vera skipaðar sum ein kommunal eind undir innlendismálaráðnum.

tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst

Ovast