Loftrúmið Verður Føroyskt í Næstum

Loftrúmið verður føroyskt í næstum

Løgtingið tók í 2012 undir við einum uppskoti til samtyktar frá Framsókn um, at landsstýrið skal arbeiða fyri at yvirtaka føroyska loftrúmið.

Hetta gjørdu vit í teirri sannføring, at vit sjálvi eiga at umsita ta vitan og teir førleikar, ið eru tongd at einum so týðandi virksemi í Føroyum. Samstundis fáa vit atgongd til tær inntøkur, sum koma frá loftferðsluni yvir Føroyum. Hesar fíggja millum annað trygdarskipanir og bjargingartilbúgving í føroyskum loftrúmi og havøki.

Fyrsta stigið, ið fevnir um inn- og útflúgvingar til og frá flogvøllinum, yvirtaka Føroyar í semju við danir 1. januar 2020.

Næsta stigið er at yvirtaka ovara loftrúmið. Samráðingar eru um hetta í løtuni, og Framsókn vil hetta mál skal avgreiðast í komandi valskeiði.

tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst

Ovast