Málið Og Mentanin Eru Okkara Samleiki

Málið og mentanin eru okkara samleiki

Okkara mál er fremsti mentanarberi, sum ber allan okkara skaldskap av manna munni, sangskattin, bókmentirnar og fjølbroytta málbrúkið í Føroyum.

Greiði málpolitikkurin skal fremja hetta at liva og virka á føroyskum í Føroyum, soleiðis at føroyskt mennir sína støðu. Framsókn setir arbeiðið við m.ø. føroyskari máltøkni og við føroyskum fyri tilflytarar heilt frammalaga. Eisini leggja vit dent á góðar førleikar í fremmandamáli.

Mentanin ger okkum til eitt fólk, sum lærir av søguni og virðir handrit, fornlutir, hondarbeiði, handverk, matsiðir, føroysk húsdjór, fólkaminni og kirkju, sum á hvør sín hátt lýsa og eyðkenna lívið í oyggjunum.

Listin kveikir, søkir og gevur sítt íkast, so vit áhaldandi kunnu rætta kósina. Listin eigur stóran lut í almennu búgvingini – eitt nú sjónleikur, myndlist, tónleikur og filmur.

Mentan og skapandi tilfeingi eru harafturat eisini vinnulig, og tílíkar vinnur økja um trivnað runt landið, og nógv íverksetan sæst innan hesar. Ítrótturin er umframt tað heilsuliga og trivnaðarliga eisini ein sterk kappingarmegi tvinnað saman við okkara tjóðskapi. Framsókn gevur máli og mentan stórt rúm í politiska arbeiðinum.

 – tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst

Ovast