Marknaðarstýrd Fiskivinna

Marknaðarstýrd fiskivinna

Nýskipaða fiskivinnan er ikki uttan lýtir, men í minsta lagi staðfestir hon tveir týðandi tættir: Hvør eigur tilfeingið, og hvat tað er vert.
Nýskipanin tekur í stóran mun, kanska í ov stóran mun, atlit at gomlu aktørunum. Hon eigur at verða broytt soleiðis, at uppboðssølan verður størri og betri virkandi partur.
Lógin um sjófeingi tilskilar, at bara føroyingar kunnu fáa veiðirættindi. Framsókn vil tryggja, at hetta ikki verður broytt.
Skipanin skal verða sjálvvirkandi, skapa støðufesti og loyva nýggjum aktørum framat. Hon skal verða løtt at umsita og ikki knýtt at, um skipanin er grundað á kvotur ella fiskidagar. Avgerandi er, at skipanin er lívfrøðiliga burðardygg.

– tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.

Ovast