Náttúra Og Umhvørvi

Náttúra og umhvørvi

Dálking er vorðin ein heimshóttan og náttúran vísir sjúkueyðkenni eisini hjá okkum í Føroyum. Skulu vit varðveita eitt sunt og reint umhvørvi, noyðast vit øll at taka lógvatak alt fyri eitt. Ikki bert fyri okkum sjálvi, men ikki minst fyri okkara eftirkomarar.

Framsókn vil, at í einum og øllum vit gera, skal atlit takast til náttúru og umhvørvi. Vit skulu endurskoða lógirnar um umhvørvisvernd og havumhvørvisvernd og tryggja, at hesar virka tíðarhóskandi.

Framsókn vil rætta hondina út, tvørtur um floksmørk, fyri at leggja ítøkiligar ætlanir og finna loysnir at varðveita og endurbøta eitt reint land og hav.

Tileggjandi skipanir, har vinna, feløg og einstaklingar gera sítt saman við landinum, skulu seta ferð á eina høvuðsreingerð á landi og í havinum kring Føroyar.

Øll lóggáva skal taka hædd fyri dálking og útláti og myndugleikar eiga/skulu ganga á odda í broyttum arbeiðshátti og náttúruverjandi atferð.

tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst

Ovast