Útlendingamál á Føroyskar Hendur

Útlendingamál á føroyskar hendur

Føroyskur uttanríkispolitikkur er ein staðfesting av, at Føroyar eru partur av altjóða samfelagnum. Uttanríkispolitikkur snýr seg ikki einans um at tryggja Føroyum atgongd, vinning og rættindi, men eisini um at taka ábyrgd og lyfta saman við heimsins tjóðum.

Framsókn vil, at vit umsita útlendingamál og marknaðareftirlit í hesum anda.

Týðandi stig eru tikin á leiðini ímóti at yvirtaka útlendingaøkið. Longu í ár fer  Útlendingastovan at umsita og taka avgerðir í málum um familjusamanføring, arbeiðs- og uppihaldsloyvi, uppihaldsloyvi fyri lesandi o.ø. Hesin parturin fyllir umleið 80 prosent av allari málsviðgerðini.

Føroyskir myndugleikar fara nú at byggja upp neyðugar førleikar at umsita útlendingamál, og seta tær fyriskipanir og tey krøv, sum ein væleydnað integratión krevur.

Tá ið avtalan við Schengen er komin undir land, fara føroyingar sjálvir at umsita alt útlendingaøkið – eisini mál um visum og flóttafólk.

At hjálpa flóttafólkum er ein natúrligur partur av okkara skyldum. Hvussu vit gera hetta best veldst um avbjóðingina, men ein skipan við kvotaflóttum er ein møguleiki vit eiga at fyrireika.

tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst

Ovast