Vælferð Og Váðar

Vælferð og váðar

Sum ein liberalur flokkur er Framsókn tilvitaður um sosiala ábyrgd. Grundleggjandi fyri okkum er, at tænastur innan kjarnuvælferð – eitt nú dagstovnar, eldrarøkt, fólkaskúla og heilsu – eru tryggar og góðar.

Ásannandi at tað eru fólk og familjur, sum eru illa fyri og hava hjálp fyri neyðini, eiga vit at hava skipanir, sum kunnu hjálpa teimum í styttri ella longri tíðarskeið við tí endamáli, at hesi fáa eitt trygt og virðiligt lív.

Sum útgangsstøði vil Framsókn tó, at øll hava ábyrgd av at forsyrgja sær sjálvum. Almennar skipanir skulu ongantíð eggja fólki til at troyta almannaveitingar heldur enn at arbeiða. Tí tað skal altíð loysa seg at arbeiða.

– tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst

Ovast