DÁTUVERNDARKUNNING
Framsókn hevur skyldu til at tryggja hóskandi dátuvernd av teimum upplýsingum, ið vit viðgera um einstaklingar og samstarvsfelagar.
Vit hava sett tiltøk í verk, sum tryggja, at viðgerð av persónsupplýsingum fer fram í samsvari við dátuverndarlógina.
Tá ið Framsókn viðger viðurskifti um flokslimir, eru vit sum meginregla dátuábyrgdari.
VITJANDI Á HEIMASÍÐU OKKARA
Heimasíðan framsokn.fo savnar ikki farspor og vit skráseta sostatt ongar upplýsingar um vitjandi á heimasíðuni.
FYRISITING AV PERSÓNSUPPLÝSINGUM
Viðgerðin av dátum er neyðug, fyri at vit kunnu røkja samskiftið við flokslimir.
Heimildin fyri viðgerðini finnast í § 8, stk. 1, nr. 1-6 í dátuverndarlógini.
Talan er um vanligar persónupplýsingar so sum navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar.
Framsókn letur ikki persónsupplýsingar víðari til annan móttakara.
Persónsupplýsingar verða goymdar, so leingi flokslimurin er virkin. Verða vit kunnaði skrivliga ella munnliga um, at flokslimur ikki ynskir at vera virkin flokslimur longur, verður hesin strikaður beinanvegin.
Persónupplýsingar verða goymdar í innanhýsis skipan, ið einans leiðslan hevur atgongd til.
Við heilsan
Framsókn
Áarvegur 2