Um Framsókn
Framsókn byrjaði í 2011, sum eitt politiskt átak, ið hevði til endamáls at røra í politisku grýtuni. Politiska skipanin mól í ring og var koyrd føst. Ósemjur og manglandi álit myndaðu ráðaloysið, sum valdaði. Tær broytingar, ið vóru neyðugar at gera innan høvuðstættirnar í búskapinum – og sum skudlu til, fyri at tryggja okkum vælferðina – vóru ikki gjørdar.
Eitt politiskt átak var neyðugt – eitt átak, sum kundi savna tær kreftir, sum vildu broytingar og megnaðu at arbeiða tvørturum tey traditionellu politisku mørkini. Eitt átak, sum fór eftir málinum og ikki manninum.
Vit vóru sannførd um, at eitt liberalt og tjóðskaparligt átak kundi gera munin.
Í gundhugsanini aftanfyri átakið í 2011 stóð millum annað:
Framsókn vil, at vinnulív og privata fyritaksemið – tey liberalu virðini – í nógv størri mun sleppa at virka í búskapinum og soleiðis tryggja menning, trivnað og vælferð.
Framsókn vil, at tað persónliga frælsið – tey liberalu virðini – tryggja tí einstaka rættin til at liva frælst – í tráð við tey mannarættindi, ið eru okkum givin.
Framsókn vil, at Føroya fólk sjálvt forvinnur tann pening, sum skal til fyri at reka okkara samfelag – vitandi at tað bert er hegni, áræði og ágrýtni, sum kann tryggja okkum, at tað hendir.
Framsókn vil, at grundhugsjónin undir øllum virksemi í Føroyum – alment sum privat – er grundað á burðardygd.
Framsókn vil, at Føroyar í nógv størri mun gerast partur av alheimssamfelagnum, og vil beina burtur tær forðingar, sum eru á leiðini.
Framsókn vil, at fokus verður sett á skúlaverkið og at vit fáa fleiri og hægri útbúgvingar í Føroyum.
Framsókn vil, at eitt ríkt og fjølbroytt mentanarlív fær góðar umstøður at virka undir.
Sum frá leið, vaks hesin lítli hópurin av fólki. Hvar enn vit vendu okkum, vóru fólk á einum máli um, at soleiðis kunnu Føroyar ikki leiðast. Endin varð, at vit fóru undir at savna inn undiskriftir fyri at kunna stovnseta ein nýggjan flokk. Ein flokk, sum ódálkaður kundi fara eftir málunum og ikki eftir fólkunum.
Innsavningin fór í gongd og ikki færri enn 2.500 fólk tóku undir við, at Framsókn skundi setast á stovn. Her kanst tú síggja áheitanarskjalið: Røra í grýtuni
Síðan vóru undirskriftirnar handaðar myndugleikunum og stutt eftir, kom skriv úr Innlendismálaráðnum, ið kunngjørdi, at Framsókn var skrásettur sum flokkur og kundi stilla upp til komandi løgtingsval.
Les meira um grundhugsjónir okkara undir leinkjuni ‘Virðisgrundarlag’.
Sí okkara privatlívspolitikk í samband við heimasíðuna.