Christoffur Gert Nielsen er 33 ár, búsitandi í Tórshavn við konu sínari og einum gávubarni.
Christoffur starvast sum fíggjarleiðari hjá SNA – Selmar Nielsen Arkitektar.
Christoffur hevur lokið Cand. Merc. Aud á Copenhagen Business. Áðrenn hetta hevur Christoffur lært í Eik/Betri Banka sum kundaráðgevi, og arbeiddi síðani á Vinnu- og kredittdeildini og seinni á íløgudeildini.
Hondbólturin hevur eisini fylt nógv í lívinum og hevur Christoffur verið venjari í bestu deildini, umframt venjari á ungdómslandsliðnum.
«Eg brenni fyri, at vit stremba eftir at verða fremst og best í Tórshavnar Kommunu. Hetta gera vit við at raðfesta væl, og brúka skattapengarnir hjá okkum øllum rætt og skynsamt. Tað er umráðandi, at býráðið hevur størstu virðing fyri pengarnir hjá okkum øllum, og eigur býráðið altíð at hava borgaran í huga»
Eg síggi fyri mær, at:
– Tórshavnar Kommuna tekur skatt inn, men ikki ov nógv
– Tórshavnar Kommuna fer at gera betri, langsiktað og meira fjølbroytt býar- og bústaðarplanlegging
– Tórshavnar Kommuna hugsar sær væl um, so tá hvør króna skal brúkast, so tað fæst best burturúr.»
Míni hjartamál eru serliga hesi:
– Skattaprosentið skal lækkast. Málið eigur at verða tað lægsta í landinum
– Barnafrádrátturin. Málið eigur at verða tað hægsta í landinum
– Ítrótturin skal hava bestu karmar
– Fleiri og fjølbroyttari ústykkingar skulu gerast. Herundir lestrar- og eldraíbúðir
– Betri raðfestingar av okkara kjarnuvælferð
– Vinnustykkir til smærri vinnurekandi