Viðtøkur fyri Framsókn
§ 1.
Navn
Navn floksins er: ”Framsókn”.
§ 2.
Endamál
Stk. 1.
Endamál floksins er at savna fólk at arbeiða fyri demokratiskum politikki, bygdur á liberala tjóðskaparstevnu.
Stk. 2.
Í virðum floksins verða politisku ætlanir og hugsjónir floksins lýstar.
Stk. 3.
Flokkurin hevur á ongan hátt vinnuligt endamál.
§ 3.
Limir
Stk. 1.
Øll, sum taka undir við endamáli og lýstu virðum floksins, kunnu gerast limir í flokkinum við at tekna seg hjá floksnevndini.
Stk. 2
Limagjaldið verður ásett á landsfundinum.
§ 4.
Landsfundurin
Stk. 1.
Landsfundurin er hægsti myndugleiki floksins. Innkalling til landsfund skal kunngerast í miðlunum minst 30 dagar áðrenn ásetta fundardagin. Fundurin verður hildin árliga í apríl mánaði. Floksnevndin kann útseta landsfundin til seinni sama ár, um serligar umstøður tala fyri tí. Floksformaðurin/kvinnan stjórnar fundinum, til fundarstjóri er settur.
Stk. 2.
Allir limir í Framsókn hava atkvøðurætt á landsfundinum, tá teir hava verið limir í flokkinum í ½ ár, tó so, at fram til tann 1. desembur 2011 fáa limir atkvøðurætt beinanvegin við innliman.
Stk. 3.
Fundarskrá fyri landsfundin er hendan:
- Landsfundurin verður settur av floksformanninum/kvinnuni.
- Val av fundarstjóra og –skrivara.
- Frágreiðing frá farna árinum (politisk og felagslig).
- Framløga av roknskapi floksins.
- Framløga og orðaskifti.
- Møguligir gestarøðarar.
- Val av floksnevndarlimum:
Tveir limir, og tveir tiltakslimir, verða valdir á hvørjum ári, fyri tvey ár. Tá flokkurin ikki hevur politiska umboðan, verða tó tríggir limir valdir. - Val av grannskoðara.
- Áseta limagjaldið fyri komandi ár.
- Innkomin mál.
- Ymiskt.
Fundarstjórin kann gera broytingar í raðfylgjuni í skránni, um hetta er neyðugt.
Stk. 4.
Landsfundurin tekur støðu til uppskot og møguligar broytingar í viðtøkum og virðum floksins.
Stk. 5.
Um ein limur floksins vil hava mál fyri landsfundin, skal málið vera floksnevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn landsfundin. Mál, sum ikki er floksnevndini í hendi áðrenn freistina, kann ikki leggjast fram á landsfundi, uttan at floksnevndin er samd um at leggja málið fram. Í øllum málum, undantikið lógarbroytingum, verða avgerðir tiknar við vanligum meiriluta millum tey møttu á landsfundi, sum hava atkvøðurætt.
Stk. 6.
Fundarbók skal førast yvir allar landsfundir.
Stk. 7.
Ein meiriluti av floksnevndini kann kalla inn til eykalandsfund. Eykalandsfundur verður harumframt hildin, um 1/10 av limum floksins seta fram skrivligt krav um hetta til floksnevndina til viðgeran av einum ávísum evni, ið skal tilskilast. Eykalandsfundur skal tá haldast innan 6 vikur. Eykalandsfundur skal kunngerast í miðlunum minst 7 dagar frammanundan. Skrá fyri eykalandsfund skal lýsast saman við lýsingini fyri fundin.
§ 5.
Floksformaðurin/kvinnan og politiskt virksemið
Stk. 1.
Floksformaðurin/kvinnan verður vald/ur beint eftir landsfundin. Fráboðan um val av floksformanni/kvinnu verður at geva beint eftir og sama dag sum landsfundurin varð hildin.
Stk. 2.
Floksformaðurin/kvinnan verður vald/ur av teimum á landsfundi valdu floksnevndarlimunum og politisku umboðum floksins, ið eru tingfólk og landsstýrisfólk floksins. Floksformaðurin/kvinnan verður vald/ur fyri eitt ár í senn at rokna frá landsfundinum.
Stk. 3.
Floksformaðurin/kvinnan verður vald/ur millum politisku umboð floksins, ið eru tingfólk og landsstýrisfólk floksins. Hevur flokkurin ikki politiska umboðan, verður floksformaðurin/kvinnan vald/ur millum floksnevndarlimirnar. Er meir enn eitt valevni til floksformanssessin, verður skipað fyri atkvøðugreiðslu, har hvør av limunum í floksnevndini, og politisku umboðum floksins, ið eru tingfólk og landsstýrisfólk floksins, hava eina atkvøðu. Stendur atkvøðugreiðslan á jøvnum, er atkvøðan hjá fráfarandi floksformanninum/kvinnuni avgerandi, um hann/hon hevur atkvøðurætt, annars verður lutakast.
Stk. 4.
Gerst floksformaðurin/kvinnan í úrtíð óvalbær/ur sambært stk. 3, 1. brot, skal hesin tá fara frá, og nýggjur formaður/kvinna veljast sambært stk. 2 og 3.
Stk. 5.
Floksformaðurin/kvinnan hevur myndugleika at umboða flokkin í øllum politiskum viðurskiftum og at úttala seg vegna flokkin. Floksformaðurin/kvinnan skipar politiska virksemið í samstarvi við floksnevndina og politisku umboð floksins.
Stk. 6.
Tá størri politiskar avgerðir skulu takast, skal floksformaðurin/kvinnan kunna floksnevndina, og um neyðugt, skal floksnevndin hava møguleika at viðgera málið og koma við sínum viðmerkingum. Tá landsstýrisfólk skulu setast, verða hesi vald av floksnevndini og politisku umboðunum í felag.
§ 6.
Floksnevndin
Stk. 1.
Nevndin skipar seg á fyrsta floksnevndarfundi, ið verður hildin beint eftir landsfundin, og eftir at floksformaðurin/kvinnan er vald/ur. Fráboðað verður um nevndarskipan beint eftir og sama dag sum landsfundurin er hildin.
Stk. 2.
Í floksnevndini eru 5-7 limir, og 5-7 tiltakslimir. 4-6 floksnevndarlimir og 4-6 tiltakslimir verða valdir av landsfundinum, og eru hesir valdir fyri 2 ár hvørja ferð. Floksformaðurin/kvinnan er føddur limur. Hevur flokkurin ikki politisk umboð, verða allir floksnevndarlimirnir valdir av landsfundinum. Floksnevndin skipar seg síðani við næstformanni, kassameistara og skrivara. Næstformaðurin/kvinnan skal veljast millum tey, ið ikki eru politisk umboð floksins. Politisk umboð floksins eru tingfólk og landsstýrisfólk. Floksnevndin kann velja sama persón at røkja meira enn eitt embæti. Floksnevndin kann velja at lata politiska skrivaran røkja skrivaraembætið í nevndini.
Stk. 3.
Floksnevndin setur starvsfólk floksins og ásetur arbeiðsøki, lønar- og starvstreytir teirra.
Stk. 4.
Floksnevndin hevur leiðsluna og ábyrgdina av virksemi floksins millum landsfundirnar. Floksnevndin hevur ábyrgdina av, at landsfundarsamtyktir verða fylgdar, leiðir felagsliga arbeiðið, setur nevndir, krevur inn og umsitur pening floksins eftir teimum reglum, sum landsfundurin hevur góðkent.
Stk. 5.
Floksnevndin skal m.a.:
1. Góðkenna grannskoðaðan roknskap og fíggjarætlan fyri virksemi floksins.
2. Taka støðu til limaskap.
3. Góðkenna uppstilling floksins til val.
4. Fyrireika landsfundirnar og uppskot at leggja fyri landsfundirnar.
Stk. 6.
Floksformaðurin/kvinnan innkallar floksnevndina til fund og skipar fundarvirksemið. Tveir floksnevndarlimir í felag kunnu eisini kalla inn til fund. Allir floksnevndarlimir skulu verða innkallaðir, og minst tríggir av limunum skulu vera til staðar, um floksnevndin skal verða viðtøkufør. Umframt floksnevndina, kann floksformaðurin/forkvinnan kalla inn tiltakslimirnar og politisku umboðini at luttaka á floksnevndarfundum, tó uttan atkvøðurætt.
Stk. 7.
Um tað stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslu í floksnevndini, er atkvøðan hjá floksformanninum/kvinnuni avgerandi.
Stk. 8.
Fundarbók skal førast yvir allar floksnevndarfundir.
§ 7.
Ekskludering
Stk. 1.
Limur, ið mótarbeiðir endamáli floksins, ella ikki fylgir virðum floksins, flokssamtyktum og/ella felagslógum, kann missa sín limaskap í flokkinum.
Stk. 2.
Avgerð hesum viðvíkjandi verður tikin av floksnevndini og er endalig.
§ 8.
Ábyrgdarviðurskifti
Stk. 1.
Ein meiriluti av floksnevndini kann, við undirskrift síni, binda flokkin í felagsligum viðurskiftum og avtalum. Floksformaðurin og ein floksnevndarlimur í felag binda flokkin í fíggjarligum viðurskiftum.
Stk. 2.
Limir floksins ábyrgjast á ongan hátt persónliga fyri fíggjarligu skyldum floksins.
§ 9.
Viðtøkubroytingar
Hesar viðtøkur kunnu broytast á landsfundi, um minst 2/3 av teimum møttu, ið hava atkvøðurætt, atkvøða fyri. Uppskot til viðtøkubroytingar skulu vera floksnevndini í hendi minst 14 dagar áðrenn landsfund.