Birita Arge

Í morgin skal krossurin setast.

Hetta hevur verið eitt spennandi og avbjóðandi valstríð við nógvum nýggjum og góðum upplivingum. Eg kundi skriva og arbeitt fyri nógvum afturat. Eg havi viljan og dirvi til at gera tær broytingarnar sum skulu til, fyri at vit hava eitt framkomi samfelag har øll hava tað gott, trívast og mennast. Tí bjóði eg meg fram.…

Hanna Jensen

BJÓÐI MEG FRAM TIL LØGTINGSVALIÐ

Eftir umhugsunartíð havi eg avgjørt at bjóða meg fram til løgtingsvalið tann 8. desember. Eg havi royndirnar bæði sum tingfólk, landsstyrisfólk, býráðslimur og við at arbeiða í einum flokki. Flokkurin eitur Framsókn. Eg vil tæna mínum landi og tykkum, sum vilja búgva í Føroyum. Hetta er eitt gott land, og eg eri sannførd um, at…

Birita Arge

KREATIVITET-NÝSKAPAN-INNOVATIÓN

Hetta eru førleikar, sum okkum tørvar í okkara samfelag. Tí hevur tað stóran týdning, at karmar fyri hesum eru góðir. Alt tað nýggja sum verður uppfunni, hevur sjálvandi eina byrjan, byrjanin er tað menniskja ella tey í koma við nýggjum hugskotum. Fyri at hetta skal lata seg gera, er tað tørvur á góðum umstøðum til…