Landsstýrið raðfestir útlendingaøkið

Útlendingaøkið verður raðfest í fíggjarlógini fyri 2026, til at koma á eitt hægri tænastustøði. Landsstýrismaðurin fegnast um hesa raðfestingina. “Hetta er eitt týðandi stig á leiðini fram ímóti, at myndugleikin fær eina skjótari málsgongd, í sambandi við viðgerð av umsóknum um uppihaldsloyvi,” sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum. Tað er greitt, at viðgerðartíðin av umsóknum um uppihaldsloyvi…

Fíggjarlógin 2026: Dentur lagdur á haldførið og ungdómin

Mynd: kvF Fíggjarlógaruppskotið fyri 2026 leggur dent á at tryggja haldførið í almenna búskapinum og betra umstøðurnar hjá barnafamiljum og ungdóminum Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur í dag lagt uppskot fyri Løgtingið um løgtingsfíggjarlóg 2026. Í uppskotinum er samlaði útreiðslukarmurin 7.720 mió. kr. og inntøkurnar eru 7.547 mió. kr. Tað merkir, at hallið í…