Bjarni K. Petersen

Eina kappingarføra KT-vinnu

Vit brúka tað hvønn dag. Tá vit koyra bil, keypa inn, spæla spøl, samskifta við vinir og familju, deila upplýsingar frá telefonini ella keypa ein pakka úr Kina, spælir KT ein týðandi leiklut. Kunningar- og samskiftistøkni er allastaðni og er ein inngrógvin partur av okkara lívi og gerandisdegi, og hetta fer bara at vinda upp…

Bjarni K. Petersen

Eina smidliga barsilsskipan

Vit hava tørv á eina barsilsskipan, sum tekur hædd fyri, at familjur eru ymiskar, hava ymsar fortreytir og umstøður og hava ymisk ynskir. Fyrsta tíðin við barninum er dýrabar, og tá skal mann ikki berjast við eina óhepna skipan, men hava rúm til at slappa av og vera um barnið. Tí skal skipanin vera smidlig.…

Bjarni K. Petersen

Føroyar vegna Føroyar

Tað hevur ongantíð havt størri týdning at umboða okkum sjálvi úti í heimi. Heimurin mennir seg, og vit síggja rembingar bæði í økinum kring Føroyar og aðrastaðni. Tað er týdningarmikið at vit reka føroysk áhugamál úti í heimi, og hava góðar samstarvsfelagar kring knøttin. Vit skulu hava betri fríhandilssáttmálar og fleiri veterinæravtalur við londini, sum…

Bjarni K. Petersen

Yvirtøka av loftrúminum er ein no-brainer!

Komandi valskeið eiga vit at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um yvirtøku av loftrúminum yvir Føroyum, og at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um skipan av einum føroyskum loftrúmseftirliti, soleiðis at vit kunnu flyta umsitingina av loftrúminum til Føroyar. Tað ber til at yvirtaka alt loftferðsluøkið, hóast ávísir partar stríðast móti tí av øllum alvi.…

Bjarni K. Petersen

Tað sum fá tora at siga, og enn færri fara á val uppá

Hetta valstríðið hevur, eins og mong onnur, verið merkt av tekkiligum vallyftum, sum kosta nógvar pengar. Men hesaferð tykjast flokkarnir at vera í eyka góðum jólahýri, nú valið er sett at vera í desember. Lovaðir verða stórir skattalættar, meðan vit uppliva methøgan prísvøkstur. Mann vil strika mótrokningina av pensjónum, uttan at siga hvar pengarnir skulu…

Bjarni K. Petersen

Nú geva vit okkara útbúgvingarverki eitt lyft, sum munar!

Fortreytin fyri einum framkomnum samfelagi er eitt samfelag, sum virðismetir vitan, brúkar verandi vitan og skapar nýggja vitan, í øllum lívsins viðurskiftum. Til tess at tryggja hetta krevst, at samfelagið – og politiska skipanin – virðismetir og raðfestir vitanarstovnar í Føroyum. Nú eiga vit at geva okkara útbúgvingarverki eitt lyft, sum munar! Tað er sera…