Esmar Joensen L

Esmar Joensen er 49 ára gamal, eftir lokna útbúgving sum datamatikari, hevur hann starvast 25 ár sum KT-mennari á Formula. Áðrenn lesnaðin, arbeiddi hann 13 ár sum kambakallur í Føroya Keypssamtøku í Hoyvík.

Ítróttur fyllur nógv, og  í yngru árum varð hann aktivur í súkkluítrótti. Seinastu árini er tað tó leirdúgvuskjótingin ið hevur tikið yvir, og í 2018 bleiv hann valdur til formann í Skjótisamband Føroya, sum er sersamband undir ÍSF.

Ein stórur partur av frítíðini fer til m.a. at ganga túrar í náttúruni, haruskjóting, útróður, fjall og fuglaveiðu, og í 2020 bleiv hann valdur í nevndina í Grindamannafelagnum, har hann í dag er formaður.

Esmar er giftur Kristina R. Joensen úr Leirvík, og saman eiga tey trý børn. Foreldrini eru av Hvítanesi og Kollafirði, og alt sítt lív hevur Esmar búð á Hvítanesi. Bygdin fyllir nógv í hansara hjarta, og hevur hann m.a. siti í tilsamans 16 ár í staðbundnu Hvítanesnevndini í Tórshavnar Kommunu.