Súsanna Olsen, er 65 ár, fødd og uppvaksin í Havn. Súsanna hevur lisið stjórnmálafrøði og tók prógv í 1994 frá Institut for Statskundskab, Århus Universitet. Umframt hevur hon síðufak í sálarfrøði frá Aalborg Universitet og eina leiðslu-eftirútbúgving, master i etik og værdier i organisationer (MEVO) frá Institut for Filosofi, Århus Universitet.

Súsanna hevur búleikast og arbeitt við undirvísing í Danmark síðan 1982. Hóast mong ár uttanlands, hevur hon havt tætt tilknýti til Føroyar, t.d. hevur hon arbeitt, sum deildarleiðari á Psykiatriska deplinum frá 2008-2010. Í 2011 flutti hon heim aftur til Føroyar. Súsanna býr á Argjum og er mamma at tveimum vaksnum børnum.

Núverandi starv er sum vísindastarvsfólk og útbúgvingarleiðari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetur Føroya. Við síðuna av vanliga starvi sínum, er Súsanna eisini forkvinna í áhugafelagsskapinum Sinnisbata.

Á kommunuvalinum 10. november 2020, var Súsanna næst valda umboð á listanum hjá Framsókn við 171 atkvøðum. Hon hevur síðan januar í 2023 verið ein partur av Tórshavnar Býráð, sum varafólk fyri Ruth Vang. Í hesum tíðarskeiðinum hevur hon verið limur í hesum nevndum:

  • Byggi- og býarskipanarnevnd
  • Tekniska nevnd
  • Mentamálanevndina

Hjartamál hjá Súsannu hava verið og eru framvegis, at virka fyri at vælferðar- og kjarnuuppgávur, sum Tórshavnar kommuna varðar av, verða loystar umvegis eina pragmatiska og skilagóða, realpolitiska tilgongd, so vit fáa so mest burturúr teimum skattakrónunum borgarin rindar í kommunuskatti.