Kristian er 26 ára gamal og er føddur og uppvaksin í Havn. Hann er fyrrverandi formaður í Framsøkin Ung.
Kristian er útbúgvin maskinmeistari og meðan hann gekk á vinnuháskúla, arbeiddi hann sum krambakallur og barrvørður. Eftir lokna útbúgving, hevur hann siglt við Skansi Offshore og Royal Greenland. Í løtuni siglur Kristian sum 1. meistari hjá Maersk Supply Service. Millum túrar arbeiðir Kristian hjá Articon.
– Fyri meg er tað avgerandi, at vit ungu ikki bara blíva hoyrd, men eisini sædd aftur í førdum politikki. Framtíðar samfelagið er okkara og eg ynski at seta míni fingramerki á tað.
– Eg veit hví vit hava lækkandi tilflyting av ungum fólki: Tey hava einki at koma aftur til, tí her er einki at búgva í. Tað ætli eg mær at gera nakað við.